Vikulangt hátíðarhald

Í stóran mun líkjast katólsku jólini teimum vit kenna her í Føroyum, tó at størri dentur kanska verður lagdur á messurnar, enn protestantar eru von við.

Paul Marx er navnið á katólska prestinum í Føroyum. Hann varðar av Føroyum, sum saman við Grønlandi hoyrir til Keypmannahavnar sókn. Katólsku prestarnir skiftast um at vera í Føroyum, men Paul Marx er tann, sum hevur ábyrgdina av Mariukirkjuni.

 

Paul Marx er upprunaliga úr Minnesota, men fór til Grønlands at virka sum prestur í 1966. Síðani tá hevur hann verið prestur í Grønland, Danmark og Føroyum. Hann hevur sostatt verið prestur í danska kongaríkinum í 48 ár.

 

Hetta er annað skeiðið hjá honum í Føroyum. Fyrru ferð var hann frá 1990 til 1996 og hetta seinna skeiðið byrjaði í 2009.

 

Paul Marx sigur, at katólska kirkjan í Føroyum hevur 193 skrásettar limir. Men hvussu halda katólikkarnir jól?

 

- Hjá okkum katólikkum er øll adventstíðin sera týdningarmikil. Øll adventstíðin byggir upp til tað, sum hendir jólaaftan og jóladag. Tað størsta hátíðarhaldið er midnáttarmessan og messan 1. jóladag, sigur Paul Marx.

 

- Tað eru messunar sum eru miðpunktið í okkara jólahátíð. Tá samlast vit øll saman at hátíðarhalda, at Gud gjørdist menniskja, føddur av Mariu moy, sigur Paul Marx. Prestur greiðir frá, at messurnar sum heild spæla ein sera stóran leiklut í gudsdýrkanini hjá katólikkunum.

- Gud er veruliga til staðar í messunum, tá vit ítøkiliggera Jesu Kristi offur á krossinum, sigur Paul Marx.

 

Á jólum er tað sjálvandi ikki deyði Jesusar, men føðing hansara, ið er miðdepilin í messunum.

- Vit royna at lýsa Jesu Kristi føðing so livandi sum møguligt, og tí hava vit eina jólakrubbu standandi í kirkjuni. Hetta er ein siður, sum gongur aftur til sankta Francis av Assissi, sum vildi lýsa umstøðurnar kring Jesu føðing fyri teimum, sum kanska ikki dugdu at lesa. Tí setti hann upp eina tílíka krubbu, men tá var tað við livandi fólki og djórum, greiðir Paul Marx frá. Hann gleðist annars um, at hesin siður hevur breitt seg langt út um kirkjuveggirnar í dag og at jólakrubbur gerast alsamt meiri vanligar, eisini í ikki-katólskum heimum.

 

Paul Marx fortelur, at midnáttarmessan og messan 1. jóladag eru hæddarpunktini á jólahøgtíðini, men at hátíðarhaldi steðgar ikki har.

- Jóladagarnir eru partur av teimum døgunum, vit kalla Octavus. 2. jóladag hátíðarhalda vit fyrsta kristna pínslarváttan, Stefanus, síðani evnagelistin Jóhannes.

 

- Sunnudagurin millum jóla og nýár er eisini tilognaður tí heilagu familjuni. Tá hátíðarhalda vit Jósef, Mariu og Jesus, umframt at vit varpa ljós á familjulívið. Hetta haldi eg er ein sera týdningarmikil dagur í dagsins samfelag, her vit síggja, at familjur ganga í upploysn allastaðni um okkkum, greiðir Paul Marx frá.

 

- So kemur hátíðarhaldið fyri tey óseku børnini, ið Heródes drap í Betlehem, tá hann sókti at Jesusi. 30. og 31. minnast vit nøkur minni halgimenni, áðrenn vit 1. januar hátíðarhalda Mariu, móðir Guds. Hetta hátíðarhaldi er fyri at minnast, at Jesus, hóast hann er Gud, er satt menniskja, sum niðurfelt í nikeansku trúarjáttanini. Við tað at Jesus er satt menniskja, er Maria av sonnum móðir hansara. Og við tað, at Jesus er sannur Gud, verður Maria tí eisini móðir Guds.

 

- So til seinast kemur 13. dagur, ella dagur teirra tríggja heilaga konga, har vit hátíðarhalda at teir tríggir vísmenninir komu úr Eysturlondum at vitja Jesus. Hendan hendingin staðfestir, at frelsa Jesusar er til øll til allar tíðir.

 

Hetta verður níggjunda ferð, at Paul Marx heldur jól í Føroyum. Fyri sín egna part er ikki tað nógva broytt síðani hann kom.

- Tá eg var yngri, dámdi mær væl at vera á vitjan hjá øðrum á jólum, men sum eg eri vorðin eldri, dámar mær betri at taka mær av løttum heima. Eg havi eisini eina messu at fyrireika meg til á midnátt, umframt eina morgunin eftir, so nakað av arbeiði verður jú gjørt eisini.

 

Paul Marx greiðir frá, at flestu katólikkarnir halda jól sum øll onnur. Ein góð máltíð og jólagávur og alt annað, sum hoyrir jólunum til. Flestu katólikkarnir í Føroyum eru tilflytarar, serliga úr Filipsoyggjunum og Póllandi.

- Allarhelst hava tey onkrar av sínum siðum við sær, sum tey hava við í jólahøgtíðini, men í stóran mun verða eini norðurlendskt jól hildin, sum øll onnur er von at halda tey. Síðani verður farið á messu á midnátt. Tey, sum ikki kunnu fara á messu, lurta ofta eftir henni í útvarpinum, um tey ikki velja at fylgja miðnáttarmessuni hjá pávanum úr Roma.

 

Katólska messan verður send í Kringvarpinum jólaaftan. Sambært Paul Marx er hetta ein siður, ið byrjaði longu í 1956. Søgan vil vera við, at Olaf Magnussen, ein dani, sum tá var katólskur prestur í Føroyum, var radioamatør og sera áhugaður í útvarpsteknikki. Eitt kvøldið hevði Útvarp Føroya trupulleika av einum langbylgjusendara, sum teir ikki megnaðu at loysa. Onkur ringir so til Olaf Magnussen um hjálp, og hann er beinanvegin fúsur. Trupulleikin verður loystur og Útvarpið vil takka honum á ein hvønn hátt. Tá skal Olaf Magnussen hava sagt, at einasta tøkkin hann kundi hugsa sær, var at hann fekk loyvi at útvarpa midnáttarmessuna úr Mariukirkjuni í Útvarpi Føroya. Og soleiðis hevur verið síðani.