Fyrst í hesi vikuni vitjaði Vikublaðið í Saltsiloini á Drelnesi, har fleiri arbeiðstakarar eru um hesa stóru byggiverkætlan. Verkætlanarleiðari er Tummas Sørensen, sum eisini er býarverkfrøðingur hjá Tvøroyrar kommunu.
Í samband við byggiverkætlanina, er tað Saltsilo-grunnurin, ið keypir tænastuna frá Tvøroyrar kommunu, og tað verður hesin grunnur, sum kemur at eiga og reka stóra mentanarhúsið - ella multi-húsið - sum tað eisini kann rópast.
Kostnaðarætlanin fyri verkætlanina er 58 miljónir krónur, og stuðulsveitarar eru AP-Møller-grunnurin, sum hann vanliga verður róptur, danski staturin og Føroya løgting.
Tummas Sørensen sigur, at soleiðis, sum út sær í løtuni, fer kostnaðarætlanin at halda.
Ætlanin var, at Saltsiloin skuldi standa liðug í fyrru helvt av mai mánaði í ár, men greitt er, at tað fer ikki at halda.
Verkætlanarleiðarin væntar, at komið verður undir land, tá juni mánaði fer at halla. Hóast jóansøka er á Tvøroyri í ár, vikuskiftið 26. og 27. juni, verður Saltsiloin ikki karmur um tiltøk á jóansøku á hesum sinni.
At síggja til stendur Saltsiloin at kalla innilokað, men enn er ymiskt eftir at gera. Takhúsið, ið er stálkonstruktónin, sum sæst oman á øllum takinum, er ikki innilokað, men tað verður hon helst um ikki so langa tíð.
Hesin parturin verður innilokaður við elementum, sum eru um at verða liðug og verða sett upp fyrsta dagin. Haraftrat skal sjálvt takið hava eitt papplag aftrat, sum skal brennast niðuryvir. Gamla takið hevði tjørupapp og tað, sum nú verður lagt oman yvir aftrat, verður eisini tjørupapp.
Tummas Sørensen sigur, at betongveggirnir í Saltsiloini, sum eru umleið fimm metrar høgir, verða ljóð-og hitabjálvaðir uttan og pussaðir innan.
- Neyðugt hevur verið at umvæla og pynta betongið í støðum, men annars verða veggirnir innan, soleiðis sum teir hava verið øll hesi árini. Veggirnir verða reinsaðir og skulu í størst møguligan mun standa óbroyttir.
Verkætlanarleiðarin sigur, at endarnir, sum áður høvdu umleið fimm metra høgt betong og síðan timbur, eru tiknir niður og bygdir uppaftur við sergjørdum gass-betongi, sum er tvær ferðir 15 sentimetrar tjúkt.
Tummas Sørensen sigur, at Saltsiloin verður bygd, soleiðis at hon eisini gevur rørslutarnaðum møguleikan at vitja og brúka húsið, og soleiðis verður eisini lyfta upp á balkongina í niðara enda av bygninginum.
- Saltsiloin verður hitað við grønari orku. Orkan verður fingin til vega úr sjónum, og tað verður gólvhiti í allari høllini, sigur verkætlanarleiðarin í Vikublaðnum, sum verður borið í hvørt hús seinnapartin í morgin.