Vikublaðið steðgað

Vikublaðið, sum í hesum umfarinum er komið út regluliga síðan desember 2010, er fyribils steðgað Orsøkin er tódnaði lýsingarmarknaðurin, og at Dimmalætting hevur stevnt Sp/f Petur o& Petur eftir navninum.

Dimmalætting keypti í apríl 2008 Vikublaðið, sum fór á heysin í desember 2008.

Tá ið trotabúgvið var uppgjørt, søktu Petur & Petur skrásetingina um at fáa navnið aftur. Tað fingu teir. Navnið var tókt.

Men nú hevur Dimmalætting farið í rættin fyri at fáa navnið aftur.

- Tað gera vit út frá vørumerkjalógini. Dimmalætting rindaði í sínari tíð fleiri milliónir krónur fyri vørumerkið hjá Vikublaðnum og konseptið. Eg haldi, at vit skylda gomlu eigarunum at gera eina roynd at fáa navnið aftur, sjálvt um vit ongar ætlanir hava um at geva tað út, sum marknaðurin nú er, sigur Eyðfinnur Reyðberg, nevndarformaður í Vikublaðnum.