Fyrrverandi starvsfólk á Vikublaðnum hava á fundi í gjár gjørt av at
geva blaðið útaftur. Í fráboðan siga fyrrverandi starvsfólk, at Vikublaðið kemur út aftur.
Tey hava samstundis søkt bústjóran um loyvi at keypa gamla navnið aftur. Stovnararnir hava annars í dag eisini skrásett navnið Vikutíðindi.
Fyrsta blaðið kemur út einaferð eftir nýggjár, tá prentavtalur og annað er
komið uppá pláss.
Blaðstjóri verður Óla Jákup Rólantsson. Marknaðarleiðari verður Palma
Jacobsen og grafiskur leiðari verður Elisabeth Sande.
Øll hini starvsfólkini eru fyrrverandi starvsfólk hjá Vikublaðnum.
Nøkur freelance-fólk verða eisini knýtt at felagnum.
Revisor verður Hermundur Jacobsen frá Senta.
Kunngjørt verður nærri um útkomu og onnur viðurskifti eftir nýggjár.










