Ein maður og ein kvinna í bygdini Sandager á Fyn kunnu takka hundinum fyri, at tey sluppu við lívinum, tá eldur kom í húsini hjá teimum í morgun. Maðurin og kvinnan høvdu hildið veitslu heima, og tá gestirnir vóru farnir, fóru tey til songar. Men vanlukkutíð gloymdu tey at sløkkja adventskransin, og endin varð, at eldur kom í húsini.
Til alla lukku varnaðist tann 10 ára gamli hundurin Viktor eldin,. Hann fór at goyggja, so maðurin og kvinnan vaknaðu og sluppu út.
Ein talsmaður fyri løgregluna á Fyn sigur, at maðurin mátti á sjúkrahús til kanningar fyri roykeitran, men burtursæð frá tí fingu hvørki tey bæði ella hundurin nakran skaða.