Víkingur vann steypið

Tað verður spælt 40 minuttir hvønn vegin í stórsteypadystinum millum B36 og Víking

Tað endaði 3-3 eftir vanliga leiktíð, og brotssparkskappingina vann Víkingur 5-3.

Einasta brotssparkið misnýtti innskifti Árni G. Nielsen hjá B36, sum ikki royndi seg við fimta skotinum, tí tá var alt avgjørt.

Líkindini vóru einki serlig at spæla á Tórsvølli, og nú fram ímóti endanum var tað bæði vindur og regn og eisini tjúkt í veðrinum.

Sámal Jákup Joensen, sum bara var á vøllinum 1. hálvleik, skoraði bæði Víkinga málini fyrru trý korterini. Tað fyrra beinanvegin, tá ið hann úr høgru sendi innfyri, og bólturin sigldi omanfyri Trygva Askham í B36 málinum og í handara síðunetið.

Lítla løtu seinni var 1-1. Eftir horna úr høgru og stútara frá miðverjanum Odmari Færø brast bólturin í stólpan og umvegis ryggin á Geza Turi í Víkinga málinum fór bólturin í málið.

Róaldur Jakobsen legði B36 framum 2-1 eftir fína sending frá Lukasz Cieslewicz, sum kundi havt roynt ímóti málinum.

Sámal Jákup Joensen javnaði, eftir at Philip Djordjevic hevði lagt innfyri úr vinstru.

Eftir steðgin misti B36 Hørð Askham, sum Eiler Rasmussen vísti av vøllinum eftir nærdyst, tá ið Víkingaspælari á miðjum vølli var um at verða leysur.

Kortini legði B36 seg framum aftur, tá ið vongverjin í høgru, Høgni Eysturoy, skoraði. Uppleggið átti innskifti Gestur Bogason Dam.

Og so javnaði Finnur Justinussen til 3-3, eftir at Philip Djordjevic hevði lagt bóltin í brotsteigin í vinstru. Finnur sendi bóltin í handara síðunetið.

 

Brotsspørk

1-0: Súni Olsen

1-1: Róaldur Jakobsen

2-1: Hanus Jacobsen

2-2: Benjamin Heinesen

3-2: Sølvi Vatnhamar

3-2: Árni G. Nielsen misnýtir

4-2: Finnur Justinussen

4-3: Høgni Eysturoy

5-3: Atli Gregersen

 

LIÐUGT

3-3

80) 3-3

Tað stendur framvegis á jøvnum, men nú er tað Víkingur, sum er yvirmannaður, ið hevur størra trýstið. Um tað endar javnt, so verður avgerðin funnin við brotssparkskapping.

Síðstu løtuna eru fleiri skiftingar gjørdar.

65) 3-3

Bárður Hansen hjá Víkingi er farin av aftur vøllinum. Hann tykist vera skaðadarvaður.

64) 3-3: Finnur Justinussen

Philip Djordjevic spældi innum í vinstru, og Finnur Justinussen smekkaði bóltin úr vinstru og í handara síðunetið.

 

61) 3-2: Høgni Eysturoy

Innskifti Gestur Bogason Dam átti næstsíðsta fótin á.

 

60) 2-2

Hanus Thorleifsson og Gestur B. Dam eru komnir inn á B36 liðið í staðin fyri Ibrahima Camara og Hans Paula Samuelsen.

 

55) 2-2

Tað er framvegis javnt á Tórsvølli, men hjá B36 verður tað mótbrekka síðstu løtuna. Miðverjin Hørður Askham er vístur av vølli, eftir at hann steðgaði Víkinga spælara í gjøgnumbroti. Talan var um breinleiðis reytt kort.

 

45) 2-2

Víkingur hevur havt risa møguleika at leggja seg framum, men Trygvi Askham í B36 málinum vardi sera væl fyri. Philip Djordjevic legði upp á tvørs úr vinstru, og Sølvi Vatnhamar smekkaði til úr seks metrum. Men B36 málverjin Trygvi Askham refleksbjargaði!

41) 2-2

Sámal Jákup Joensen, sum skoraði bæði Víkinga málini í 1. hálvleiki, er ikki komin á vøllin aftur. Í hansara stað er komin Bárður Hansen.

 

HÁLVLEIKUR

40) 2-2: Sámal Jákup Joensen 40.

Eftir flatt innlegg frá Philip Djordjevic úr vinstru setti Sámal Jákup Joensen innaru síðuna á, og bólturin sang í netinum.

 

Teir eru farnir at hvíla seg. Spælt verður 40 minuttir hvønn vegin.

 

30) 2-1

B36 hevur væl betri tak á tí. Serliga er tað í borðunum, at tað er broddur í, tá ið Jákup á Borg og Hans Pauli Samuelsen gera um seg.

Jónas Tór Næs er vinstri vongverji hjá B36, og Dánjal Pauli Lervig, sum í fjør var nógv skaddur, er vinstri vongverji hjá Víkingi. Súni Olsen er miðverji saman við Atla Gregersen.

Sum tað sæst á uppstillingini niðanfyri, so eru Bárður Hansen og Erling Jacobsen ikki á Víkinga liðnum í dag. Hjá B36 er tað merkisvert, at Tórður Thomsen ikki er við, og at Trygvi Askham verjir málið.

 

25) 2-1: Róaldur Jakobsen

So hevur B36 lagt seg framum. Lukasz Cieslewicz varð spældur leysur av Róaldi Jakobsen, og tá ið Geza Turi kom út ímóti trillaði Lukasz upp á tvørs til Róald, sum setti bóltin í málið.

Tað gongur javnt á, og líkindini eru einki at reypa av, tí ælingarnir eru grovir.

 

5) 1-1: sjálvmál

Tá ið fimm minuttir vóru farnir av stórsteypadystinum millum B36 og Víking var støðan 1-1.

B36 svaraði skjótt aftur. Róaldur Jakobsen sendi horna innfyri úr høgru. Odmar Færø stýrdi bóltin ímóti málinum, og umvegis stólpan og ryggin á Geza Turi í Víkinga málinum endaði hann í netinum.

 

2) 0-1: Sámal Jákup Joensen 2.

Stóripinnur hevði bara verið einaferð runt, tá ið innlegg úr høgru frá Sámali Jákup Joensen hjá Víkingi endaði í handara síðunetinum aftanfyri Trygva Askham, sum í dag verjir B36 málið.

 

B36-Víkingur kl. 15.00

Stórsteypadystur á Tórsvølli

Dómari: Eiler Rasmussen

B36: Trygvi Askham - Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø, Jónas Tór Næs - Jákup á Borg, Róaldur Jakobsen, Andrias Eriksen, Hans Pauli Samuelsen - Lukaz Cieslewicz, Ibrhima Camara

Víkingur: Geza Turi - Gert Hansen, Atli Gregersen, Súni Olsen, Dánjal Pauli Lervig - Sámal Jákup Joensen, Hans Jørgen Djurhuus, Hanus Jacobsen, Philip Djordjevic - Sølvi Vatnhamar - Finnur Justinussen