Víkingur uttan profil í 5-6 vikur

Víkingur verður uttan landsliðsspælara í fimm til seks vikur vega skaða

Bárður Jógvansson Hansen spælir ikki komandi fimm til seks vikurnar. Hann hevur ein afturvendandi skaða í mjødnini, sum ger at høgri bakkurin hevur meldað avboð til landsliðið, ið skal spæla í Rumenia 29. mars.

 

- Ja, tað er ein skaði í mjødnuni sum er vendur aftur. Havi fingið blokadu fyri skaðan beint áðrenn kappingin byrjaði, men sum eg skilji á læknunum, er tað ikki ein loysn hesuferð. Fyribils haldi eg frí í tvær vikur áðrenn, eg kann byrja aftur, sigur Bárður J. Hansen.

 

Bárður J. Hansen hevur verið mettur sum annað val til høgra bakkin á landsliðnum. Nú tá Jónas Tór Næs meldaði avboð, so kemur tað helst eyka illa vil hjá Bárði Hansen.