Víkingur skrivar europeiska søgu

Fyri fyrstu ferð skal eitt føroyskt felag luttaka í triðja innleiðandi umfari í europeiskari kapping

Tað er sera gott lag í Víkinga leguni, og allar fótbólts Føroyar hava orsøk at fegnast.

Í alljósum og góðum summarveðri hevur Víkingur – felagsliðið hjá teimum í Leirvík og Gøtu – í kvøld vunnið 2-1 á útivølli ímóti Tromsø IL. Fyri viku síðani var úrslitið á Svangaskarði 0-0, og harvið hevur Víkingur sum fyrsta føroyska felag nakrantíð megnað at spæla seg í triðja innleiðandi umfar.

 

Tá ið íslendski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, tveittu spælararnir úr Eysturkommunu seg á vøllin og stórfegnaðust, meðan alt meiri mælsku viðhaldsfólkini stemmaðu í og sungu Fagra blóma.

Talan var um satt liðavrik, og úrslitið og samantaldi sigurin setur ikki minst fokus á venjaran, Sigfríð Clementsen, sum uttan nakran iva er tann føroyski venjarin, ið hevur megnað best úrslit í europeisku kappingunum.

 

Upp undir dystin í kvøld hevur Sigfríður Clementsen fleiri ferðir sagt, at um tað eydnaðist at vinna seg víðari í europeisku kappingini, so var talan um størsta føroyska fótbóltsavrikið síðani tiltikna 1-0 sigurin á Eysturríki í Landskrona fyri næstan 24 árum síðani.

Víkinga avrikið er størsta liðavrik hjá nøkrum føroyskum felag nakrantíð!

 

Eftir 1. hálvleik var støðan framvegis málleysur javnleikur, og harvið var alt púra opið, tí úrslitið á Svangaskarði fyri einari viku síðani var 0-0.

 

Fyritreytirnar hjá Víkingi undan seinna umfarinum vóru tó góðar, tí tríggjar minuttir undan hvíldini misti heimaliðið ein mann. Hann sá reytt, eftir at hann hevði traðkað á Hans Jørgen Djurhuus, sum lá á vøllinum.

 

Hóast heimaliðið var undirmannað, so eydnaðist tað heimamonnunum tíðliga í 2. hálvleiki at leggja seg framum og harvið á framhaldandi europeiska kós.

 

Víkingarnir fóru tó ikki um koll av hesum. Sjálvsálitið var stórt, teir ljósa bláu funnu væl hvønn annan, og tá ið vongverjin í høgru, Bárður Hansen, á tímaslagnum við rimmar skoti av brotsteigarmarkinum pløkkaði bóltin í netið, var tað aftur Víkingur, sum sat við europeisku atgongumerkjunum.

 

Heimaliðið slepti alt meiri í verjupartinum, meðan víkingarnir fyri tað mesta síðstu løtuna hugsaðu um at verja og at lúra eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.

 

Tá ið tað restaðu tólv minuttir staðfesti sera ágrýtni og dugnaligi miðvallarin Hallur Hansson, at tað verður Víkingur, sum fer at halda fram í Europa og ikki favorittarnir úr Tromsø. Eftir at hava vunnið bóltin av mótstøðumanni mitt á mótstøðuhálvuni, sneiddi Hallur seg leysan, og so smekkaði hann til.

 

Bólturin sat í netinum, og harvið var tað uppaftur meiri sannlíkt, at Víkingur í kvøld fór at skriva nýggja europeiska fótbóltssøgu.

 

Tá ið íslendski dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, varð hetta søga. Tá vóru nógvir av heimaáskoðarunum so smátt farnir at rigga seg til at fara til hús. Í Víkinga leguni er lagið framúr, nú tað verður riggað til at seta kós úr Tromsø og aftur í Vágar, har flogfarið ætlast at lenda tíðliga í morgin – um tað verða líkindi.

 

Og so fer tað at snúgva seg um heimadystin í triðja innleiðandi umfari, sum verður hósdagin 31. juli!

 

Tromsø IL-Víkingur 1-2 (0-0)

1-0: Simen Wangberg 51.

1-1: Bárður Hansen 60.

1-2: Hallur Hansson 77.

Víkingur samantaldur vinnari við málmuninum 2-1.

Dómarakvartett úr Íslandi: Gunnar Jarl Jónsson, Sigurður Oli Thorleifsson, Birkir Sigurdarson og Thorvaldur Árnason.

Tromsø IL: Benny Lekström – William Frantzen, Simen Wangberg, Miika Koppinen, Lasse Nilsen (Hans Norbye, 46.) – Lars-Gunnar Johnsen (Thomas Kind Bendiksen, 46.) – Magnus Andersen, Remi Johansen, Morten Moldskred (Runar Espejord, 76.), Thomas Drage – Jonas Johansen.

Á beinkinum: Lars Herlofsen, Elias Skogvoll, Lars Henrik Andreassen, Mikael Norø Ingebrigtsen

Gult kort: Lars Gunnar Johnsen, Remi Johansen,

Reytt kort: Jonas Johansen 41. (beinleiðis reytt)

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar (Ingi Sørensen, 90.+2.), Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson, Súni Olsen (Heðin Hansen, 78.) – Finnur Justinussen – Andreas Lava Olsen (Philip Djordjevic, 63.)

Á beinkinum: Elias Rasmussen, Sámal Jákup Joensen, Hjalti Størmsten, Gunnar Vatnhamar

Gult kort: Philip Djordjevic, Heðin Hansen

Venjari: Sigfríður Clementsen

 

LIÐUGT

1-2

Víkingur samantaldur vinnari við málmuninum 2-1!

 

Ingi Sørensen kemur á vøllin í staðin fyri Sølva Vatnhamar (91.)

 

90) 1-2

5 minuttir lagdir aftrat!

 

89) 1-2

Nú ræður um hjá Víkingi at vrja leiðsluna og harvið atgongumerkini til triðja innleiðandi umfar í Europa liguni. Tromsø hevur bóltin mesta partin av tíðini, og víkingarnir eru í og kring brotstreigin, men tað kennist ikki at vera vandamikið.

 

85) 1-2

Eftir innlegg úr høgru er um reppið, at Runar Espejord stýrir bóltin í málið tætt við nærra stólpan. Geza Turi ofrar seg fult og heilt, og verður liggjandi í góða løtu.

 

81) 1-2

Heðin Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Súna Olsen, summ er troyttur eftir langa skaðasteðgin. Heimamenninir eru frustreraðir, og nú hevur Remi Johansen sæð gult fyri fríspark ímóti sera væl upplagda Halli Hansson.

 

78) 1-2: Hallur Hansson 77. 

Hallur Hansson vinnur bóltin mitt á Tromsø hálvuni. Hann dregur nakað, áðrenn hann smekkar til, og bólturin sang í netinum. Víkingur er við at skriva søgu!

 

75) 1-1

Nú gongur tað mesta fyri seg í og kring Víkinga brotsteigin. Finnur Justinussen er á miðstrikuni, og allir hinir eru fyri tað mesta í verjustøðu, meðan teir bíða eftir møguleikanum at senda fram til Finn Justinussen.

 

72) 1-1

Philip Djordjevic sær gult fyri fríspark 10 metrar frammanfyri miðstrikuna og á síðulinjuni. Horna spyrst burturúr innlegginum, og so er støðan spent frammanfyri Geza Turi, men bólturin fer at enda omanfyri tvørtræið.

 

67) 1-1

Eftir álop í høgru og út frá hevur Tromsø góðan møguleika, men Víkingur bjargar til horna, sum einki kemur burturúr.

Nú er tað heimaliðið, sum skal skora mál fyri at vinna seg víðari í kappingini. Í løtuni er tað Víkingur, sum situr við atgongumerkjunum til triðja umfar!

 

62) 1-1

Philip Djordjevic er komin á vøllin í staðin fyri Andreas Lava Olsen, sum ikki enn er í fullgóðari venjing og tískil enn ikki er førur fyri at spæla 90 minuttir.

 

60) 1-1: Bárður Hansen 60.

Finnur Justinussen royndi seg við stútara, og verjan ruddaði burtur. Men ikki longur enn út á brotsteigarmarkið, har Bárður Hansen smekkaði til, og bólturin sat í netinum. Gott lag í víkingaleguni, og áskoðararnir, sum fylgja sínum liði í Tromsø, fagna liðnum við sangi í góðveðrinum.

 

55) 1-0: Simen Wangberg 52.

Eftir horna og út frá aftur royndi Remi Johansen seg við skoti. Simen Wangberg fekk fótin á, og bólturin skifti so mikið kós, at Geza Turi var prísgivin. Nú er neyðugt hjá Víkingi at skora mál, um hugsningur skal vera um at halda fram í kappingini.

 

48) 0-0

Hanus Jacobsen hevur havt fyrstu skotroyndina í 2. hálvleiki, men bólturin fór við síðuna av málinum.

 

46) 0-0

Tromsø IL hevur skift tveir spælarar út: Bendiksen er komin á vøllin í staðin fyri Lars Gunnar Johnsen og Nordbye er komin inn í staðin fyri Nilsen.

 

HÁLVLEIKUR

0-0

 

45) 0-0

Nú gongur tað fyri seg eftir treytunum hjá Víkingi. Føroysku spælararnir flyta bóltin væl ímillum sín, og teir eru tryggir á bóltinum og spæla við stórum sjálvsálitið.

Nú er tað heimaliðið, sum hugsar mest um at verja og so at dúva upp á skjót álop.

 

43) 0-0

Tromsø IL er undirmannað. Íslendski dómarin hevur víst Jonas Johansen reyða kortið fyri at traðka á Hans Jørgen Djurhuus, sum lá á vøllinum!

 

36) 0-0

Víkinga sjálválitið er stórt. Eftir fínt samanspæl fór Finnur Justinussen um koll á brotsteigarmarkinum og mitt fyri, men íslendski dómarin metti ikki, at tað var fríspark til Víking, og so gjørdi Finnur fríspark.

 

33) 0-0

So hevur Tromsø havt fyrsta stóra málmøguleikan. Eftir tvey innlegg úr vinstru datt bólturin fyri føturnar á Runa Johansen, sum av brotssparksblettinum sendi bóltin skeivu megin stólpan!

 

30) 0-0

Víkingur er framvegis mest í verjustøðu, men nú er manngarðurin eitt vet fremri, enn hann var fyrstu løtuna, og talan er ikki um nakað serligt trýst.

 

26) 0-0

Eftir innlegg hevur Finnur Justinussen havt fyrstu Víkinga royndina, men eftir stútara fór bólturin við síðuna av málinum.

 

22) 0-0

Víkingur hevur tak á verjuspælinum, og síðstu løtuna hevur føroyska liðið av og á verið á mótstøðuhálvuni. L. Johnsen hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Finni Justinussen.

 

15) 0-0

Gongdin er tann sama. Tromsø hevur havt fríspark úr 22 metrum og mitt fyri, men verjan ruddaði burtur.

Andreas Lava Olsen er fyri tað mesta á miðstrikuni ella har á leið. Finnur Justinussen er eitt sindur aftari, og so eru hinir í verjustøðu, har tað verður arbeitt hart mitt fyri, og har tað í borðunum verður ansað væl eftir, at heimamenninir ikki fáa høvi at leggja innfyri.

 

10) 0-0

Taktikkurin hjá Sigfríði Clementsen er at halda nógvar víkingar á egnari hálvu. Harvið hevur heimaliðið bóltin væl meiri enn Víkingur. Higartil hevur talan ikki verið um vandamiklar støður. Okkurt innlegg hevur verið, men verjan hevur havt tak á støðunum.

 

5) 0-0

 

Tromsø IL-Víkingur kl. 18.00

Dómarakvartett úr Íslandi: Gunnar Jarl Jónsson, Sigurður Oli Thorleifsson, Birkir Sigurdarson og Thorvaldur Árnason.

Liðið hjá Víkingi 4-4-1-1: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Hallur Hansson, Súni Olsen – Finnur Justinussen – Andreas Lava Olsen.