Fult umfar er í næstbestu deildini í dag. Fyrsti dysturin var á vøllinum við skúlan á Løgmannabreyt, har FC Hoyvík átti heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.
Víkingur vann 4-3, og tað var serliga í fyrra hálvleiki, at tað gekk fyri seg, tí tá vóru fimm mál skorað, og tá var Víkingur frammanfyri 3-2.
Átta minuttir eftir steðgin javnaði FC Hoyvík til 3-3. Málið skoraði Fróði Pætursson Rasmussen. Hetta var tiðja málið hjá honum í ár. Síðani gekk tað javnt fyri seg, men so var tað í síðsta minutti, at veteranurin og liðformaðurin á liðnum hjá Víkingi, Óla Kristian Skála Jacobsen, sum skoraði sigursmálið. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Tað fyrsta skoraði hann, tá ið Víkingur í fyrsta umfari vann 4-0 ímóti HB í Gundadali.
Undan steðginum var Víkingur tvær ferðir frammanfyri við tveimum málum. Eftir 20 minuttir høvdu Jákup Andrias Thomsen og Runar Skylv Stølen lagt Víking á odda 2-0, og so gekk tað skjótt. Ein minutt seinni minkaði Rói av Fløtum um munin til 2-1. Hetta var fyrsta málið hjá Róa í ár. Í fjør skoraði hann seks mál fyri tað felagið, sum tá nevndist Undrið FF, og sum nú er partur av FC Hoyvík.
Tveir minuttir eftir, at FC Hoyvík hevði minkað um munin, svaraði Víkingur aftur, tá ið gestirnir øktu um leiðsluna til 3-1. Málið skoraði Páll Eirik Djurhuus, sum fyri fyrstu ferð í ár var málskjútti.
3-1 leiðslan hjá Víkingi helt, inntil tað restaðu fimm minuttir av fyrra hálvleiki. Tá minkaði Símun Johannesen um munin til 3-2. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti. Fyrra ferðin var, tá ið FC Hoyvík vann 2-1 á heimavølli ímóti B71.
Eftir dystarlok fóru Páll Eirik Djurhuus og Ingi Arngrímsson við ferð oman í Gundadal, har teir nú eru á beinkinum hjá besta liðnum hjá Víkingi.
Víkingur er millum fremstu liðini við 12 stigum, og FC Hoyvík hevur 9 stig.
Leygardagin fær Víkingur vitjan av KÍ, og tá fer HB at spæla á útivølli ímóti B71.











