Víkingur kunnger høvuðsstuðulin

Aftur í ár prýðir Wenzel ljósabláu troyggjurnar hjá Víkingi. Jógvan Højgaard stjóri hjá Wenzeli og Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi hava skrivað undir avtaluna, ið merkir, at Wenzel er høvuðsstuðul hjá stórliðnum í Eysturkommunu. 

- Wenzel leggur seg eftir altíð at veita høga góðsku, tí er eitt samstarv við Víking upplagt. Liðið er málrættað og framsøkið, og ætlar sær sjálvsagt aftur í ár at kappast í toppinum. Víkingur hevur víst í verki, at hetta er eitt av bestu liðunum í Effodeildini og kappaðist í fjør heilt í toppinum, sigur Jógvan Højgaard, stjóri hjá Wenzeli, sum gleðir seg at fylgja Víkingi í stríðnum um meistaraheitið.