Víkingur kann halda G! í Gøtu

Europa Conference League: Sølvi Vatnhamar er nú toppskjútti hjá Víkingi í Evropa

Víkingur vann seg hóskvøldið víðari í UEFA Europa Conference League við samlaðu 3-1 sigri á Europa FC av Gibraltar. Víkingur vann fyrra dystin 1-0 á Tórsvølli, har Olaf Bárðarson skoraði eitt framúr fríspark.

 

Stóra søgan av Tórsvølli var ikki bara flotta málið, tí Sølvi Vatnhamar hevði fingið skeivt upp á bein. Hóast hann næstan stóð í málinum, so megnaði hann ikki at umseta til 2-0. Hann var ikki einsamallur, og sigurin skuldi verið nærri 5-0.

 

Tí var tað við einum lítlum nerva, at Víkingur fór til Gibraltar, tí tað er skjótt at skjóta eitt mál. Tað er eisini skjótt at venda einari óhepnari gongd. Tí longu í hálvleikinum hevði Sølvi Vatnhamar skorað tvær ferðir. Víkingur vann 2-1.

 

Hetta er fimtu ferð, at Víkingur vinnur seg víðari í Evropa. Við málunum á Gibraltar hevur Sølvi Vatnhamar nú skorað fýra mál í Evropa. Tað er eitt fleiri enn yngri bróðurin, Gunnar Vatnhamar.

 

Eins og hjá B36, so verður fyrra uppgerðin á heimavølli. Hetta passar helst leirvíkingum og gøtumonnum væl, tí so kunnu tey halda G! um vikuskiftið, áðrenn farið verður í gongd við ferðina. Leiðin gongur til Slovakia, at spæla móti FC DAC 1904 Dunajská Streda.