Víkingur-ÍF 5-1 (2-0) - Samrøður: Bárður á Reynatrøð og Karl Løkin (FM1)

(FM1) Hoyr Óla G. Samuelsen siga frá teimum seks málunum sum komu í Sarpugerði, og hoyr málverjan hjá Víkingi og liðskiparan hjá ÍF seta orð á dystin

Tað var sambært frásøgumanninum hjá FM1, Óla G. Samuelsen rættiliga javnt á vøllinum og við málmøguleikum, men Víkingur var skarpari og endin var, at eysturbúgvar sigraðu stórt 5-1 á ÍF, ið ikki dugdi líka væl at gagnnýta sínar málmøguleikar.

 

Víkingur - ÍF 5-1 (3-0)

1-0: Andreas Lava Olsen 20.

2-0: Andreas Lava Olsen 27.

2-1: Gundur E. Petersen 53.

3-1: Ingi Jonhardsson 56.

4-1: Jákup Johansen 64.

5-1: Sølvi Vatnhamar 84.

 

TRÝST á hesa leinkjuna frá SoundCloud:

 

https://soundcloud.com/heri-rnason-simonsen/fm1-090521-vikingur-if-5-1-2-0-mal-og-samrour-karl-lokin-if-og-barur-a-reynatro-vikingur

 

og hoyr frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin, Óla G. Samuelsen siga frá teimum seks málunum sum komu í dystinum í Sarpugerði.

 

2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við liðskiparan hjá ÍF, Karl Løkin sum ikki helt, at 5-1 var heilt tann rætta myndin av dystinum.

 

3) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við málverjan hjá Víkingi, Bárður á Reynatrøð sum kundi fegnast um gott egið avrik at verja fyri nógvum ÍF-atsóknum, og góðari útteljing í hinum endanum av vøllinum.