Talvan sigur, at Víkingur er á triðja plássi við seks stigum fyri tríggjar dystir, og at Skála er aftast við tveimum stigum fyri fýra dystir.
Víkingur verður roknaður at vera favorittur undan grannauppgerðini í Sarpugerði í kvøld, og søguliga hagtølini stuðla undir, at tað hjá skálamonnum ofta er soltið, tá ið teir spæla ímóti víkingunum.
Í fjør var Skála í næstbestu deildini. Bæði í 2020 og 2019 vann Víkingur allar tríggjar dystirnar ímóti Skála. Í 2018 vann Víkingur fyrra dystin á heimavølli 1-0, og á Skála vann Víkingur 2-0. Síðsta ferðin, at skálamenn eru farnir úr Sarpugerði við stigi var 23. september 2018, tá ið Eyðun Klakstein og Skála megnaðu 2-2 í Sarpugerði. Sammett við úrslitini í nýggjari tíð var hetta gott úrslit hjá Skála, men kortini vóru skálamenn vónbrotnir. Teir vóru av álvara á sigurskós, tá ið Brian Jakobsen økti um munin til 2-0, eftir at Søren Nielsen hevði sett hol á. So svaraði heimaliðið aftur, Adeshina Lawal og Filip Djordjevic skoraðu, og úrslitið varð 2-2.
Tríggir spælarar, sum framvegis eru fastir á liðnum, vóru ta ferðina á liðnum hjá Víkingi – Atli Gregersen, Gunnar Vatnhamar og Sølvi Vatnhamar. Tveir, sum nú eru á liðnum, vóru ta ferðina á beinkinum – Bárður á Reynatrøð og Andreas Lava Olsen.
Hjá Skála eru tríggir framvegis á liðnum, sum vóru á vøllinum henda septemberdagin í 2018 – Jákup Jakobsen, Pætur Dam Jacobsen og Teitur R. Joensen, sum seinastu vikurnar hevur verið skaddur. Á beinkinum sótu alla tíðina fyri skjótt fýra árum síðani Jákup Joensen, Andreas Egeberg Jacobsen og Dávid Johansen, sum framvegis eru á manningarlistanum á Skála.
Umframt Teit R. Joensen, sum er vøddaskaddur, eru eisini David Johansen og Jan Ingason Hansen skaddir hjá Skála, og tað er ivasamt, um lyklaspælarin Andreas Egeberg Jacobsen verður førur fyri at spæla í kvøld. Hann er darvaður av skaða í fótinum.
Hjá Víkingi sat fyrrverandi skálaspælarin Jákup Johensen alla tíðina á beinkinum, tá ið væl uppløgdu víkingarnir sunnudagin vunnu 3-0 á útivølli ímóti B36. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í kvøld. Signar á Brúnni og Bergur Poulsen eru ikki tøkir, og so eru Ari Olsen og Finnur Justinussen langtíðarskaddir.
Víkingur – Skála: Rúni Gaardbo leygardagin kl. 17.00. (Legg til merkis: Dysturin stóð at byrja kl. 18.00, men hann er framskundaður til kl. 17.00!)