Víkingur hevur gjørt sáttmálar evnaríkar unglingar

Betri deildin menn: Víkingur hevur gjørt sáttála við Inga Arngrímsson og Árna Nóa Atlason

Mynd: (Víkingur) Inga Arngrímsson, Brandur Jacobsen, formaður, og Árna Nóa Atlason

Víkingur boðar frá, at felagið hevur gjørt sáttmála við tveir av ungu og evnaríku spælarunum í felagnum. Talan er um 16 ára gamla Inga Arngrímsson, og 17 ára gamla Árna Nóa Atlason. Teir hava báðir gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið.

 

- Ingi, sum gerst 17 ár í februar, er úr Syðrugøtu, og hevur spælt við okkara 1. deildarliðið, síðani hann fekk aldur til vaksmannafótbólt í fjør. Hann er høgrabeintur og spælir fyri tað mesta í miðverjuni. Ingi hevur verið fastur á U-landsliðunum og hevur eisini verið liðformaður í onkrum dystum, skrivar Víkingur.

 

- Árni Nóa, sum júst er blivin 17 ár, er eisini úr Gøtu og hevur, eins og Ingi, spælt við okkara 1. deildarliðið, umframt at hava fingið sínar fyrstu minuttir á Betri liðnum. Árni Nóa er høgrabeintur, miðvallari og hevur hann eisini verið fastur á U17 landsliðnum, verður lagt afturat.

 

Víkingur er nærmast í serstøðu í føroyskum fótbólti, tí besta mansliðið er kappingarført í oddinum og talan er í stóran um egið fólk. Higartil hevur felagið bara fingið tilgongd av Poul Kallsberg til komandi kappingarár.

 

Mynd: (Víkingur) Inga Arngrímsson, Brandur Jacobsen, formaður, og Árna Nóa Atlason