Víkingur, HB, KÍ og AB eru favorittar hjá veddingarfyritøkunum

Veddingarfyritøkurnar vænta bara ein javnan dyst í Fuglafirði millum ÍF og B68

Verður hugt eftir miðaloddsinum hjá teimum ymisku altjóða veddingarfyritøkunum til Betrideildardystirnar hjá monnum seinnapartin í dag eru nakrar greiðar favorittstøður.

 

Størstu favorittarnir eru Víkingur á heimavølli í Sarpugerði móti EB/Streymi, og HB á útivølli á Dungasandi móti 07 Vestur.

 

KÍ er hóast 0-2 tapið fyri B36 í kappingini um løgmanssteypið fyri stuttum aftur greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum at vinna á B36 í dag.

 

Hóast TB hevur fýra stig og AB einki stig hevur, so er AB favorittur til at vinna á TB inni í Vika.

 

Miðaloddsini vísa, at veddingarfyritøkurnar vænta bara ein javnan dyst millum ÍF og B68 í Fløtugerði.

 

Her eru miðaloddsini: 

 

##med2##