Sáttmálin verður galdandi frá umleið juni í ár og alt 2015, sigur Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi.
Andreas Lava Olsen er ikki liðugur við lesturin, men tað verður hann í summar. Tá kemur hann aftur til Føroya og traðkar til í Víkingi.
Tað er ikki heilt greitt júst nær hann byrjar, men væntandi verður tað í juni, sigur Brandur Jacobsen.
Hann væntar, at Andres Lava Olsen verður ein styrkur fyri liðið.
Hann var í hvussu er ein styrkur, meðan hann leikti við okkum, áðrenn hann fór niður at lesa, og hann hevur spælt fótbólt, meðan hann hevur verið niðri, sigur Brandur Jacobsen.
Andreas Lava Olsen hevur leikt við LÍF og Víkingi tilsamans 137 dystir og hevur skotið 56 mál.










