Víkingur hevur í kvøld enn einaferð staðfest, at liðið hjá teimum í Eysturkommunu er steypaliðið fram um øll onnur í føroysku kappingini.
Við rimmar 3-0 sigri á NSÍ í góðveðrinum á Tórsvølli hevur Víkingur vunnið steypakappingina fjórða árið á rað. Umframt at vinna steypafinalurnar 2012-2015 vann Víkingur eisini steypafinaluna í 2009 ella samantalt fimm ferðir.
Stóri spælarin var fyrrverandi landsliðsspælarin Súni Olsen, sum hevur verið skaddur nógv størsta partin av hesum kappingarárinum. Eftir tíggju minuttir drønaði hann bóltin upp í málhornið aftanfyri Andras Gango við frísparki úr 35 metrum, og hann átti eisini uppleggið við horna úr høgru, tá ið Gert Hansen mitt fyri málinum og úr átta metrum við høvdinum setti bóltin í NSÍ málið.
NSÍ verjuspælið sá ikki sannførandi út í hesum og eisini øðrum deyðbóltsstøðum.
NSÍ royndi fyrsta hálva tíman at samanspæla, og tað riggaði viðhvørt, men tað var eingin tyngd og broddur í framrættaða spælinum. Atli Gregersen og Erling Jacobsen høvdu fult og heilt tamarhald á toppskjúttanum Klæminti A. Olsen, sum ongantíð varð vandamikil.
Tá ið hálvur tími var farin, varð brekkan hjá NSÍ uppaftur brattari og finalan mest sum avgjørd. Eftir tvídyst við mótstøðumann sá Árni Frederiksberg hjá NSÍ beinleiðis reytt, og so var talan bara um, hvussu stórur Víkinga sigurin fór at verða.
Eftir steðgin spenti NSÍ álopsbogan við at spæla við trimum í verjuni, men tað bar einki til. Og tá Heðin Hansen eftir NSÍ kiks í uppspælinum á miðjum vølli streyk avstað og av brotsteigarmarkinum og eitt sindur til høgru smekkaði bóltin dygst inn við handaru stólparót, punkteraði tað heilt.
NSÍ-Víkingur 0-3 (0-2)
0-1: Súni Olsen
0-2: Gert Hansen
0-3: Heðin Hansen
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Andras Gango - Johan Jacobsen, Jens Joensen, Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv - Hákun Edmundsson, Magnus H. Olsen - Jann Martin Mortensen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen
Víkingur: Geza Turi - Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen - Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Súni Olsen - Finnur Justinussen
Reytt kort: Árni Frederiksberg
LIÐUGT
0-3
90) 0-3
3 minuttir lagdir aftrat.
88) 0-3
Víkingur hevur møguleika at økja um leiðsluna, tá ið tað er fýra ímóti tveimum, men tað verður einki burturúr.
85) 0-3
Dánjal Pauli Lervig verður settur á vøllin í staðin fyri Heðin Hansen hjá Víkingi.
84) 0-3
Finnur Justinussen hjá Víkingi sær gult fyri fríspark ímóti Andras Gango.
82) 0-3
Gunnar Vatnhamar fer av vøllinum, og í hansara stað kemur Philip Djordjevic inn á Víkinga liðið. Tað hevur annars ljóðað, at Philip Djordjevic var so álvarsliga skaddur, at hann neyvan fór at verða førur fyri at spæla aftur tær næsta vikurnar.
79) 0-3
Klæmint A. Olsen roynir seg við skoti - fyri fyrstu ferð í kvøld - men tað riggar ikki, og Geza Turi hevur ongar trupulleikar at steðga bóltinum.
77) 0-3
Hjá Víkingi snýr tað seg um at varðveita bóltin, meðan tíðin gongur fram ímóti 90 minuttum. NSÍ roynir at vísa vilja, men dygdin í spælinum og neyvleikin í avgerandi sendingunum eru ikki nóg góð.
74) 0-3
Súni Olsen verður klappaður av vøllinum, og í hansara stað kemur Páll Mohr Joensen inn á miðvøllin í vinstru hjá Víkingi.
71) 0-3
3.367 áskoðarar eru eygnavitni, nú Víkingur hevur beina kós fram ímóti sigri í steypafinaluni.
70) 0-3
Tað eru framvegis teir somu ellivu ljósabláu á vøllinum, sum vóru har frá dystarbyrjan. Eingin orsøk er í løtuni at seta spælarar á vøllin, sum eru eitt sindur ivasamir orsaka av skaðum.
67) 0-3
Erling Jacobsen og Atli Gregersen í Víkinga miðverjuni hava fult og heilt tak á Klæmint A. Olsen, sum annars er toppskjútti hjá NSÍ.
64) 0-3
Jónhard Frederiksberg kemur á vøllin í staðin fyri Jann Martin Mortensen hjá NSÍ.
63) 0-3
Víkingarnir eru fullkomuliga omaná. Eftir fríspæling frá Súna Olsen smekkar Heðin Hansen til, men Andras Gango bjargar til horna.
61) 0-3
Hóast hann ikki hevur spælt nakað serligt í eitt hálvt ár, so er Súni Olsen sera eyðsýndur. Nú legði hann fríspark neyvt í brotsteigin, har miðverjin Atli Gregersen við høvdinum setti bóltin upp um málið.
58) 0-3
0-3: Heðin Hansen
So er finalan punkterað. Eftir NSÍ miss í uppspælinum, streyk Víkingur í mótálop. Heðin Hansen smekkaði til av brotsteigarmarkinum og eitt vet til høgru, og bólturin streyk flatt í handara síðunetið. Nú er spurningurin bara, hvussu stórur Víkinga sigurin fer at verða.
56) 0-2
Eftir innlegg frá Sámal J. Jonsen í høgru fær Finnur Justinussen fótin á, men bólturin fer væl omanfyri NSÍ málið.
54) 0-2
Víkingarnir eru nøgdir við støðuna, og higartil hevur NSÍ ikki megnað at gera nakað við at venda gongdini.
51) 0-2
Gult kort Gunnar Vatnhamar hjá Víkingi.
50) 0-2
Haraldur R. Højgaard er komin á vøllin í staðin fyri Hákun Edmundsson á NSÍ miðvøllinum.
46) 0-2
NSÍ spælir við trimum í verjuni. Christian Høgni Jacobsen er komin á vøllin í staðin fyri høgra vongverjan Johan Jacobsen. Hann er í álopinum saman við Klæminti A. Olsen.
0-2
Lagið er sera gott í Víkinga leguni. Hóast fleiri eykamenn eru á liðnum, so er Víkingur 2-0 á odda ímóti NSÍ, og tað er eydnast at vinna leiðsluna, uttan at víkingarnir hava verið noyddir at stríðast yvir evni.
Allir, sum hava sitið á beinkinum hjá NSÍ, hitað upp. Tað er lagt upp, at NSÍ eftir steðgin fer at umskipa liðið og spenna álopsbogan hægri.
0-2
Eiler Rasmussen hevur bríkslað fyri síðstu ferð í 1. hálvleiki. Víkingarnir eru fult og heilt omaná. Teir eru frammanfyri 2-0, og NSÍ er undirmannað.
NSÍ venjarin Trygvi Mortensen er ikki blíður:
-Tað er harmuligt, at dómarin skal vísa einum manni út fyri handa nærdystin, tí eingin hevnir seg, um hann ikki er sligin. Víkingur hevur skorað tvey mál eftir deyðbóltsstøður, men annars hava vit verið omaná í opnum spæli, er viðmerkingin hjá NSÍ venjaranum við Rás1.
45) 0-2
Ein minuttir lagdur aftrat.
44) 0-2
Einar Tróndargjógv roynir seg úr 20 metrum, men bólturin siglir omanfyri Víkinga málið.
43) 0-2
Heðin Hansen hjá Víkingi sær gult fyri fríspark.
41) 0-2
Hjá NSÍ snýr tað seg nú um at varðveita støðuna fram ímóti steðginum, so Trygvi Mortensen og spælararnir kunnu ráðleggja av nýggjum, nú teir eru aftanfyri 2-0 og undirmannaðir.
38) 0-2
So er mótbrekkan hjá NSÍ ógvuliga brøtt. Eftir nærdyst millum Sámal Jákup Joensen og Árna Frederiksberg sær Árni reytt fyri at trýsta mótstøðumannin í andlitið.
35) 0-2
Tað er langt millum vandamiklu støðurnar í Víkinga brotsteiginum. Nú breyt Árni Frederiksberg ígjøgnum í vinstru, innleggið var flatt, men undir málinum var eingin at stýra bóltin í málið.
32) 0-2
0-2: Gert Hansen
Eftir horna úr høgru frá Súna Olsen er miðvallarin Gert Hansen púra blankur, tá ið hann mitt fyri málinum og úr átta metra fjarstøðu við høvdinum sendir bóltin í málið - 2-0 til Víking, og NSÍ er heilt illa spert!
29) 0-1
Higartil hevur einki verið at sæð til besta álopsvápnið hjá NSÍ, sum er tá ið Árni Frederiksberg leggur úr vinstru og til Klæmint A. Olsen við handara stólpa. Nú royndu teir hetta, men Víkinga verjan var árvakin.
25) 0-1
Víkingarnir eru framvegis ógvuliga nærlagdir og vinna flestu nærdystirnar.
24) 0-1
Víkingur tiltuskar sær horna í vinstru, sum Andras Gango stútar útfrá.
23) 0-1
Pól Jóhannus Justinussen sneiðir framvið fleiri, áðrenn hann smekkar til, men Víkingur blokerar til horna, sum einki spyrst burturúr.
22) 0-1
Leikferðin er framvegis øgiliga høg. Tað kann vera, at tað fer at vera NSÍ til fyrimunar seinni í dystinum, tí NSÍ hevur breiðari bonk, og á Víkinga liðnum eru fleiri, sum í nógvar vikur hava verið skaðadarvaðir.
20) 0-1
So var aftur tætt við, at Víkingur skoraði. Eftir fríspark úr vinstru frá Súna Olsen varð bólturin snittaður inn í málteigin, har Andras Gango refleksbjargaði, áðrenn bólturin varð sparkaður burtur - sera vandamikið!
17) 0-1
Higartil hava tað verið 4-5 ikki frítt ógvuslig fríspørk. Eisini í hesum førinum slapp Pól Jóhannus Justinussen frá at síggja gult, men nú verður tað ikki leingi, inntil Eiler Rasmussen fer eftir ostaflísini - um talan framvegis verður um fríspørk av hesum slagnum.
16) 0-1
Tað er í ljósabláa partinum av áskoðaraplássunum, at lagið er betri í løtuni. Á vøllinum gongur tað heilt javnt á.
14) 0-1
NSÍ leggur nógv fyri í roynd at javna beinanvegin, eftir at Súni Olsen við fantastiskum frísparki úr 35 metrum legði Víking framum.
10) 0-1
0-1: Súni Olsen
Úr 35 metrum smekkar Súni Olsen við frísparki bóltin upp í málhornið til vinstru fyri seg sjálvan.
7) 0-0
Víkingur hevur fyrsta horna, men eftir innlegg frá Súna Olsen endar tað við NSÍ málsparki. Súni Olsen er annars rættiliga sentralur, tí Víkingur arbeiðir fyri at geva Hanusi Jacobsen pláss at vera framrættaður í vinstru.
5) 0-0
Heðin Hansen er í útgangsstøðu undir liðini á Finni Justinussen hjá Víkingi, sum spælir uttan lyklaspælarar sum Bárður Hansen, Hans Jørgen Djurhuus, Philip Djordjevic og Andreas Lava Olsen.
1) 0-0
Friðarligt fyrsta minuttin.
NSÍ-Víkingur kl. 19.45
Dómari: Eiler Rasmussen
NSÍ: Andras Gango: Johan Jacobsen, Jens Joensen, Monrad Holm Jakobsen, Einar Tróndargjógv - Hákun Edmundsson, Magnus H. Olsen - Jann Martin Mortensen, Pól Jóhannus Justinussen, Árni Frederiksberg - Klæmint A. Olsen
Víkingur: Geza Turi - Sámal Jákup Joensen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Sølvi Vatnhamar, Gert Hansen - Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Súni Olsen - Finnur Justinussen
0)
Dómari er Eiler Rasmussen. Hetta er onnur ferðin, at hann er 23. maður á vøllinum í finaluni um løgmanssteypið. Fýra ferðir hevur hann verið fjórði dómari. Í kvøld er Alex José dos Santos fjórði dómari.
0)
Líkindini at spæla finalu eru framúr góð á Tórsvølli, har tað er mest sum fullsett á eystaru síðu.