Víkingur fingið nýggjan stuðul

Fótbóltsfelagið hevur gjørt avtalu við Norðoya Sparikassa

Víkingur hevur gjørt nýggja samstarvsavtalu við Norðoya Sparikassa.

 

Avtalan bleiv undirskrivað á lítlari samkomu í Víkingahúsinu beint eftir middag í dag.

 

Hóast avtala nú er gjørd við Norðoya Sparikassa, er Vodafone framhaldandi høvuðsstuðul hjá Víkingi.

 

Formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, fegnast um samstarvsavtaluna.

 

- Eg eri ógvuliga fegin um hesa avtaluna. Norðoya Sparikassi hevur fyrr stuðlað LÍF, áðrenn LÍF og GÍ løgdu saman, og tískil fegnast vit um, at Noroyða Sparikassi nú kann stuðla fótbóltinum her á leiðini, sigur Brandur Jacobsen.

 

Eisini stjórin í Norðoya Sparikassa, Marner Mortensen, er væl nøgdur við, at bankin hetta kappingarárið skal vera stuðul hjá Víkingi.

 

- Vit halda tað vera stuttlig og áhugavert at stuðla Víkingi. Serliga nú, tá bankar og deildir lata aftur á økinum, síggja vit tað sum eina sjálvfylgju, at vit velja at stuðla einum liði sum Víkingi, sigur Marner Mortensen.