Fyri triðju ferð í ár hittast B68 og Víkingur í dag í oyggjauppgerð. Tvær tær fyrru ferðirnar endaði tað javnt. 12. apríl var tað sera undirhaldandi, tá ið tað endaði 3-3, eftir at B68 tríggjar ferðir hevði verið frammanfyri. Í Gøtu endaði tað 29. mai 1-1. Eisini ta ferðina vóru toftamenn á odda.
Víkingarnir eru flúgvandi, nú teir fyrireika seg at fara út á Toftir. Teir hava vunnið fulla úrtøku 10 tær seinastu ferðirnar, og síðsta sunnudag vóru teir øgiligir, tá ið B36 varð sent úr Sarpugerði við 6-0 tapi.
Hjá Víkingi er framrættaði Olaf Bárðarson, sum ímóti B36 skoraði tvey mál, leikbannaður. Andreas Lava Olsen og Signar á Brúnni hava verið skaddir. Í gjár vóru teir báðir millum teir fyrstu ellivu í 1. deild.
Stigatalvan sigur, at B68 er ikki heilt komið undan hóttanini av niðurflyting. B68 hevur 21 stig, og trý umfør undan kappingarloki eru tað seks stig aftur til niðurflytingarpláss.
B68 hevur ikki tapt síðani 21. august, tá ið tað í Gundadali endaði við 2-0 tapi ímóti B36, og B68 hevur ikki vunnið síðani 27. august, tá ið tað endaði við 1-0 sigri á útivølli ímóti 07 Vestur,. Síðani tá eru allir fýra dystirnir endaðir við javnleiki.
Í Gundadali næstsíðsta leygarkvøld vístu toftamenn framúr hugburð, tá ið tað endaði 3-3 ímóti HB, sum var frammanfyri bæði 2-0 og 3-2.
Málverjin Benjamin Schubert er tøkur aftur eftir leikbann, og Gilli Samuelsen er framvegis skaddur.
Í Gundadali ímóti HB vardi Tórður Thomsen B68 málið so sera væl. Spurningurin er tí, um Jákup á Borg í dag fer at geva honum nýggjan møguleika, ella um tað verður Benjamin Schubert, sum fer at verja málið ímóti Víkingi.
Longu mikukvøldið fer B68 aftur í eldin. Tá verður talan um seinnu hálvfinaluna í kappingini um løgmanssteypið á heimavølli ímóti EB/Streymi. Í tí kappingini er B68 eftir fyrru hálvfinaluna frammanfyri 3-0, men teir á Svangaskarði fara ikki at hugsa um mikukvøldið fyrr enn eftir dystarlok í dag. Ímóti Víkingi snýr tað seg um at vinna stig fyri at sleppa undan niðurflytingarvandanum.