Víkingur er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á dystin millum Víking og B36

Sunnudagin klokkan 15 byrjar dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum betrideildarliðini hjá monnum hjá Víkingi og B36.

 

Víkingur hevur gjørt slætt borð higartil við fimm sigrum í fimm dystum, meðan B36 tveir teir seinastu dystirnar hevur halta aftaná eina góða byrjan tríggjar teir fyrstu dystirnar.

 

11 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds upp á dystin hava Víking sum favoritt til at vinna dystin. 

 

Oddsini upp á heimasigur til Víking liggja millum 1,37 og 1,65.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,52 og 4,00.

 

Oddsini upp á útisigur til B36 liggja millum 4,33 og 5,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##