Víkingur betri enn 11 lið í tippiliguni

Einki tippiliga lið vann á Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum hetta kappingarárið. Bert fýra megnaðu javnleik

Víkingur gjørdi eitt veruligt bragd í summar, tá liðið úr Eysturkommunu megnaði ein rimmar javnleik 0-0 ímóti norska stórliðnum, Rosenborg, sum fyri stuttum hevur vunnið norska meistaraheitið, og eisini hevur vunnið seg í Europa League bólkaspælið.

 

Og nú Rosenborg hevur spælt allar heimadystirnar í tippiliguni hetta kappingarárið stendur úrslitið hjá Víkingi á útivølli á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi enn sterkari.

 

Víkingur gjørdi nevnliga tað, sum bert fýra av teimum 15 tippiliga liðunum megnaðu, nevnliga ein javnleik ímóti Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum. 

 

Bert Strømsgodset, Tromsø (sum Víkingur vann á í Europa League í fjør), Molde og Bodø/Glimt megnaðu tað sama, sum Víkingur, nevnliga ein javnleik á Lerkendal leikvøllinum. 11 av teimum 15 tippiliga liðunum taptu ímóti Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum í Tróndheimi. 

 

Einki av teimum 15 tippiliga liðunum megnaði at vinna á Rosenborg á Lerkendal leikvøllinum hetta kappingarárið.  Sterki heimavøllurin við 11 sigrum og fýra javnleikum hevur gjørt sítt til, at Rosenborg tryggjaði sær norska meistaraheitið í góðari tíð hetta kappingarárið. Sunnudagin leikar Rosenborg sín seinasta dyst í tippiliguni hetta kappingarárið, tá teir spæla ímóti Aalesund á útivølli.