Víkingur-B68 og AB-NSÍ á FM1 klokkan 15

Í sendingini "Triði Hálvleikur" verður prátað við umboð fyri øll 10 liðini í Betrideildini hjá monnum

Seinnapartin klokkan 15 vera fimm dystir leiktir í Betrideildini hjá monnum:

 

AB-NSÍ (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

Víkingur-B68 (FM1 sigur beinleiðis frá dystinum)

 

KÍ-07 Vestur

 

HB-Skála

 

EB/Streymur-B36

 

Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig.

 

Sendingin "Fótbóltspanelið" verður endursend millum klokkan 14 og 15.

 

Í hálvleikinum og aftaná dystarlok fara heimildarmennirnir: Eyðun Samuelsen (Gundadalur), Eyðun Thorgeirsson (við Djúpumýru) og Fróði Reinert Petersen (við Margáir) at taka samanum gongdina í teimum trimum dystunum, ið FM1 sigur beinleiðis frá seinnapartin í dag. 

 

Í sendingini "Triði Hálvleikur" aftaná klokkan 17 verður prátað við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík, hjálparvenjaran hjá KÍ, Agnar Prestá, liðskiparan hjá 07 Vestur, Martin Tausen, høvuðsvenjaran hjá HB, Dalibor Savic og høvuðsvenjaran hjá Skála, Michael Bjørn Nielsen, umframt umboð fyri Víking, B68, AB og NSÍ sum Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig fara at práta við. 

 

In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fimm dystunum.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo