Sunnudagin var Víkingur partur av 3-3 oyggjauppgerð á útivølli ímóti longu niðurflutta Skála. Í dag er aftur oyggjauppgerð á skránni. Mótstøðuliðið longu niðurflutta B68, sum vitjar í Sarpugerði. Toftamenn vóru øgiliga uppsettir fyrsta tíman ímóti B36. Jógvan Martin Olsen hevur boðað frá, at hann ikki heldur fram sum venjari á Svangaskarði, og nú er spurningurin, um toftamenn í farvæl dystinum fyri venjaranum og bestu deildini enn eina ferð megna at spenna seg út.
Hjá B68 er Niklas Poulsen leikbannaður, og André Olsen og Jann Ingi Petersen eru skaddir.
Á Skála síðsta sunnudag sást, at víkingarnir vóru farnir í vetrarfrí. Teir høvdu ikki summarfrí, og nú er takið at lyfta seg aftur, eftir at koblingin síðsta sunnudag var trýst inn.
Hjá Sigfríði Clementsen og hansara monnum hevur tað týdning, at finaluavrikið verður soleiðis, at tað undirstrikar, at tað er nakað í tí, tá ið tað verður sagt, at í løtuni er Víkingur kanska besta liðið í landinum, og at tað harvið ikki er við síðuna av, tá ið tað verður sagt, at teir ljósabláu eru sera gott boð upp á FM heitið í 2015.
Hans Jørgen Djurhuus er so mikið skaðaplágaður, at tað ikki verður roknað við, at hann verður førur fyri at røkja leiklutin á Víkinga miðvøllinum ídag.
Víkingur hevur tvær ferðir fyrr í ár vunnið á toftamonnum. 1-0 í Gøtu og 3-1 á Toftum.