Í Hovi eru ætlanirnar um at byggja víkingaskip als ikki sleptar - heldur hinvegin. Arbeitt verður støðugt við ætlanini, og fyri kortum var jarnsmiðja reist, har seymir og annað til skipið skal framleiðast.
Nevndin fyri Víkingaskipið hevur gjørt samstarvsavtalu við Thomas Finderup og Guðmund Sjúrðarson Norðbúð um at byggja ein eftirlíking av Gokstad skipinum.
Gokstad skipið var norskt, funnið í gravheyggi í Sandefjord. Skipið er frá 800 talinum, er 23,8 metrar langt og 5,2 metrar breitt.
Meira kann lesast á www.vikingaskipid.com
Nú tekur smiðjan av álvara skap.
Í dag eru hesar myndir lagdar á facebook-vangan hjá Víkngaskipinum. Og afturvið myndunum er hesin teksturin: Jarnsmiðjan tekur skap og fyrsta byggjistigið komið í helvt. Næst fyri skotum er neystið, og síðani fyrsta føroyska víkingaskip í eitt áratúsund.
##med2##
##med2##