Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur eitt føroyskt lið roynt seg í triðja innleiðandi umfarinum í europeiskari kapping. Úrslitið í kvøld var 4-0, og harvið vann Rijeka samanlagt við 9-1.
Tá ið lutur varð kastaður um, hvussu liðini skuldu møtast, helt Víkinga venjarin, Sigfríður Clementsen, fyri, at tað vóru tvær og kanska tríggjar deildir á muni millum Víking og fulltíðar professionella Rijeka, og soleiðis vísti tað seg at vera.
Tølini siga, at Víkingur í kvøld onga atsókn hevði ímóti málinum hjá heimaliðnum.Rijeka hevði fjúrtan royndir ímóti Víkinga málinum – sjey uttanfyri málrammuna og sjey innanfyri málrammuna.
Víkinga ferðalagið riggar nú til at koma til hús aftur. Mánakvøldið er avbjóðingin EB/Streymur í Sarpugerði.
Sigfríður Clementsen segði fyri stuttum, at stóra málið hjá Víkingi tað, sum er eftir at hesum kappingarárinum, er at vinna steypafinaluna, sum liðið skal spæla ímóti HB leygardagin 30. august.
LIÐUGT
4-0
Rijeka heldur fram í kappingini við samantalda málmuninum 9-1.
90) 4-0
85) 4-0
Atli Gregersen veittraður fyri at vera rangstaddur!
80) 4-0: sjálvmál 77.
So er munurin í málum tann sami, sum hann var, tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð fyri einari viku síðani.
Hesa ferð var tað Víkinga miðverjin Erling Jacobsen, sum var so óheppin í kroystari støðu at stýra bóltin í málið aftanfyri Geza Turi.
Heðin Hansen er komin á vøllin í staðin fyri Hall Hansson, og Ingi Sørensen er komin á vøllin í staðin fyri Philip Djordjevic.
75) 3-0
Finnur Justinussen er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Andreas Lava Olsen.
70) 3-0
20 minuttir eftir og hjá Víkingi snýr tað seg um at halda tørn, so talan ikki verður um stórskrædl. Enn hava víkingarnir onga roynd havt ímóti mótstøðumálinum í kvøld.
65) 3-0:
So er hattrikkið fullkomið. Jahović hevur skorað tríggjar ferðir í 25 minuttir.
60) 2-0
Nú er ein hálvur tími eftir av europeisku luttøkuni hjá føroyskum fótbólti á hesum sinni!
55) 2-0
50) 2-0: Jahović 49.
Heimaliðið hevur frá byrjan av 2. hálvleiki skift tveir nýggjar menn inn á liðið, og nú hava teir økt um leiðsluna, sum nú er 2-0.
45) 1-0
Tað eru 21 hitastig og vøllurin er framúr. Nú teir eru farnir at hvíla seg, siga tølini, at heimaliðið hevur havt seks hornaspørk og Víkingur einki. Heimaliðið hevur havt tíggju royndir ímóti málinum – fýra á málið og seks við síðuna av – og Víkingur hevur onga havt á málið hjá Rijeka.
Í síðstu sekundunum undan steðginum sá Súni Olsen gula kortið.
40) 1-0: Jahović 39.
So hevur heimaliðið fingið hol á. Erling Jacobsen gjørdi fríspark, sum hann sá gult fyri. Eftir innleggið setti Jahović bóltin í málið.
35) 0-0
Framvegis einvegis ferðsla.
30) 0-0
Jahović hevði fyri løtu síðani risa møguleika, men bólturin fór við síðuna av málinum.
Hans Jørgen Djurhuus hevur gjørt tvey fríspark!
25) 0-0
So hava heimamenninar fyri fyrstu ferð sent bóltin innanfyri málkarmin, men Geza Turi bjargaði. Víkingur eigur framvegis fyrstu royndina ímóti Rijeka til góða.
20) 0-0
Tað er ikki so ferðmikið. Heimamenninir leggja ikki so nógv fyri, sum teir eru førir fyri, tí tað er ikki neyðugt.
Hjá Víkingi er tað merkisvert, at vongverjin í vinstru, Hanus Jacobsen, í kvøld rundar 200 dystir fyri Víking, sum hann hevur umboðað í fremstu røð í sjey ár. Hanus hevur skorað 18 mál.
15) 0-0
Víkingur sparir einki í kvøld. Allir teir, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, eru á vøllinum í kvøld.
Heimaliðið hevur havt tvær royndir, men báðu ferðirnar fór bólturin við síðuna av málinum, sum Geza Turi verjir.
10) 0-0
Fyrstu løtuna hevur bólturin verið støðugt á Víkinga hálvuni, men talan hevur ikki enn verið um upplagdar málmøguleikar.
5) 0-0
Fyri einari viku síðani vann Rijeka 5-1 á Tórsvølli. Harvið er eingin spenningur um, hvør skal halda fram í kappingini.
Rijeka-Víkingur kl. 20.15
Dómarakvartett úr Russlandi: Vitali Meshkov, Tikhon Kalugin, Vyacheslav Semenov (RUS) og Aleksandr Egorov (RUS)
Rijeka: Prskalo – Boras, Samardžić, Mitrović, Bertoša – Kvržić, Zlomislić, Jajalo – Ajayi, Sharbini - Jahović
Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Súni Olsen, Hans Jørgen Djurhuus – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Philip Djordjevic – Finnur Justinussen
Á beinkinum: Elias Rasmussen, Andreas Lava Olsen, Sámal Jákup Joensen, Ingi Sørensen, Heðin Hansen