KÍ spælararnir eru í kvøld savnaðir í Klaksvík. Teir hava heystfrí frá landskapingini, og teir spenna frá við at hugna sær við einum betri bita. Tað var møguleiki fyri, at teir í kvøld saman við fjepparunum fóru at fegnast um FM heitið. Soleiðis hevði tað verið, um Víkingur ikki megnaði at vinna fulla úrtøku á heimavølli, har EB/Streymur var gestur í kvøld.
Treytin, fyri at FM spurningurin ikki skuldi verða svaraður í kvøld, var, at Víkingur ikki vann fulla úrtøku.
Nú er dysturin í Sarpugerði. Víkingur vann 3-1, og tað vil siga, at FM spurningurin ikki verður svaraður fyrrenn í fyrsta lagi leygardagin 16. oktober, tá ið KÍ eigur heimavøll ímóti B36, og Víkingur eigur heimavøll ímóti ÍF.
Tað tók sína tíð í kvøld, áðrenn Víkingur fekk bilbukt við EB/Streym, sum avgjørt ikki vísti avrik sum møguligur niðurflytari.
Gestirnir høvdu fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, tá ið liðformaðurin og miðverjin Andras Ó. Olsen fimm minuttir undan steðginum og eftir deyðbólt legði EB/Streym á odda 1-0.
Víkingur hevði lotið undan í seinna hálvleiki, tá ið tað eydnaðist at skora trý mál. Víkingarnir vóru ágangandi og raskir, og gestirnir vístu fínan hugburð og í løtum gott spæl. Í øllum trimum førunum, tá ið heimaliðið skoraði, áttu gestirnir óhepnan leiklut.
Lítla løtu eftir steðgin javnaði Sølvi Vatnhamar við brotssparki. Hetta var 12. málið hjá landsliðsspælaranum, sum fimm ferðir hevur vunnið fulla úrtøku úr 11 metrum.
Ein tími var farin, tá ið Olaf Bárðarson legði Víking á sigurskós. Hann trillaði bóltin í tómt mál, eftir at EB/Streyma verjan hevði drálað við at sparka bóltin burtur, og 17 minuttir undan leikloki staðfesti innskifti Martin Klein Joensen 3-1 sigurin, tá ið hann var kaldur og lyfti bóltin upp um Róa Zachariasen, sum kendi seg noyddan at fara út ímóti vandamikla og einsamalla álopsspælaranum. EB/Streymur var á veg í álop, tá ið tvørsending av tí slagnum, sum ikki eigur at koma fyri í bestu deildini, var orsøk til góða málmøguleikan.
Martin Klein Joensen hevur nú skorað átta mál, sum er merkisvert, tá ið havt verður í huga, at hann mest sum hvørja ferð verður skiftur inn, og Olaf Bárðarson hevur skorað fýra mál.
Hóast avrikið í kvøld ikki bendi á tað, so er tað framvegis møguleiki fyri, at EB/Streymur fer at flyta niður. Leygardagin 16. oktober eigur EB/Streymur heimadyst ímóti TB.
Víkingur tryggjaði sær við sigrinum í kvøld heiðursmerki og harvið pláss í Europa næsta summar, og Víkingur er stórfavorittur at vinna silvurkrónurnar. Sunnudagin 17. oktober verður grannauppgerð í Sarpugerði, tá ið ÍF verður gestur.
Víkingur – EB/Streymur 3-1 (0-1)
0-1: Andras Ó. Olsen
1-1: Sølvi Vatnhamar br
2-1: Olaf Bárðarson
3-1: Martin Klein Joensen
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen










