Víkingar ganga á høkjum

Avbjóðingin hjá FC Suðuroy er ikki heilt ómøgulig ímóti Víkingi, sum kennist hava pakkað saman fyri í ár

Tað er greitt, at Víkingur fer at skifta venjara, tá ið hetta kappingarárið verður av.

Stóra avbjóðingin hjá Sigfríði Clementsen í Sarpugerði verður hesar tvær síðstu vikurnar í venjarastarvinum at fáa spælararnar at hava fokus á uppgávunum, sum standa fyri framman.

Síðsta sunnudag dumpaði Víkingur á útivølli ímóti EB/Streymi:

-Spælararnir vildu fegnir dríva á og vinna, men teir megnaðu tað ikki. Eftir langt kappingarár og europeiskar uppgávur í summarsteðginum og sigur í steypafinaluni tykist orkan at vera uppi, staðfestir Sigfríður Clementsen. Hann varð venjari í Sarpugerði á sumri í 2013, og síðani hevur hann verið við til at vinna tríggjar steypafinalur og eitt bronsumerki í landskappingini.

Um tað í ár verður silvur ella bronsa valdast eitt nú um úrtøkuna í dag ímóti FC Suðuroy, sum fyrr í ár tapti 4-0 í Gøtu.

Víkingarnir eru illa skaðaplágaðir: Súni Olsen gongur við brotnum armi, Bárður J. Hansen, Hanus Jacobsen og Philip Djordjevic eru allir knæskaddir, og Hans Jørgen Djurhuus er skaddur í økslini. Finnur Justinussen er fluttur av landinum. 

 

Eftir tepra sigurin á Argjum fyri viku síðani er tað ikki bara upp til Jón Paula Olsen og hansara menn í FC Suðuroy at gera av, um liðið eisini í 2016 skal verða partur av bestu deildini.

FC Suðuroy skal vinna trý stig og betri málmun inn á AB í trimum teimum seinastu umførunum, sum liðið skal sleppa undan niðurflyting. At tað ber til at fella favorittarnar í Víkingi varð staðfest sunnudagin, tá ið Víkingur tapti á útivølli ímóti niðurflutta EB/Streymi.

Tað kemur illa við, at bæði Høgni Madsen og Heri Kjærbo eru leikbannaðir ídag.

Víkingur: FC Suðuroy (h), HB (h) og TB (ú).

FC Suðuroy: Víkingur (ú), ÍF (h) og HB (ú).