Víkingar eru skerdir

Atli Gregersen og Filip Djordjveic eru leikbannaðir ímóti B36

Klokkan 15 verður fyrsta bríkslið í Gundadali, har B36 hevur vitjan av Víkingi. Meðan B36 liðið er betri fyri í dag, enn tað hevur verið fleiri tær seinastu ferðirnar, so sær ikki so gott út hjá víkingunum.

Atli Gregersen og Filip Djordjevic eru leikbannaðir, og Sverri Jacobsen, sum hevur verið við seinastu ferðirnar, er skaddur. Mannfallið kemur serliga illa við, tá ið Sam Jacobsen, sum í stuttum styrkti væl um miðvøllin, er farin uttanlands.

Dánjal Pauli Lervig, sum hevur vunnið alt meiri spælitíð á vinstra vongverja, er plágaður av skaða í økslini. Hann er tó við í hópinum í Gundadali. Sannlíkt er tað, at Hans Jørgen Djurhuus fer at vera makkari hjá Erlingi Jacobsen í miðverjuni, nú Atli Gregersen er leikbannaður.

Víkingur hevur bæði góð og minni góð minni úr Gundadali í ár. Ímóti B36 tapti Víkingur í 2. umfari 4-0. Ímóti HB tapti Víkingur 21. apríl 3-0, og 11. august var úrslitið millum hesi bæði liðini 3-1 til Víking.