Viking vil hava Jóan Símun

Norska aftenbladet skrivar, at Viking eru áhugaðir í at knýta føroyska landsliðsframherjan, Jóan Símun Edmundsson, at hópinum. Jóan Símun hevur vant við Viking í farnu viku og spældi eisini ein venjingar dyst, sum Viking vann.

 

Aftenbladet skrivar, at venjarin, Åge Hareide, var væl nøgdur við avrikið hjá toftamanninum í venjingardystinum móti Bryne. Blaðið skrivar víðari, at Viking ikki eru komnir ásamt við Newcastle um ein prís fyri framherjan.

 

Jóan Símun er í dag í Liverpool og spælir dyst við eykaliðnum hjá Newcastle móti Everton.

 

(Mynd: aftenbladet.no) Jóan Símun(t.v) í tvídysti