Støðan er hættislig umborð á stóra ferðamannaskipinum, Viking Sky, sum í løtuni liggur nær landi í Noregi. Í óveðrinum hevur skipið fingið motortrupulleikar, og nú skulu 1.300 fólk flytast burtur. Les meira um tað HER.
Viking Sky skal eftir ætlan vitja í Føroyum fýra ferðir í ár, sambært Tórshavnar Havn. Viking Sky kemur til Føroya 6. juni, 14. juni, 7. august og 19. august. Skipið kemur hvørja ferð klokkan 08 og loysir aftur klokkan 18 sama dag.
Systirskipini hjá Viking Sky, sum eita Viking Sea og Viking Star, hava millum annað eisini verið í Føroyum, og hesi trý skipini eru púrasta lík hvørjum øðrum.Systirskipið, Viking Sea, kemur 15. september.
Viking Sky er 227 metrar langt og er 28 metrar breitt. Skipið hevur pláss til 930 ferðafólk og manningin telir 465.
Fylg við bjargingini beinleiðis niðan fyri her.
<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/dFmz16TrehA" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture" allowfullscreen></iframe>