Viking Seafood er aftur í gongd

Fyrst í juli mánaða fór Viking Seafood á Strondum aftur at pakka laks eftir at hava ligið stilt í stívliga eitt hálvt ár. Nú er arbeiði aftur til 25 fólk á virkinum

LAKSAVIRKI

Fyrst í juli mánaða læt laksavirkið Viking Seafood á Strondum uppaftur. Virkið hevði tá verið stongt í stívliga seks mánaðir, men nú væntar stjórin, Brandur Jacobsen, at virksemið verður rímiliga støðugt fram til ársenda.
Sum skilst, kann tað knípa við at hava virksemið gangandi hvønn yrkadag við teirri tøku av laksi, sum er í løtuni, men okkurt er í umbúna, sum í næstum fer at økja um virksemið.

2000 tons
Brandur Jacobsen, stjóri á Viking Seafood, sigur seg vænta, at felagið fer at pakka eini 2.000 tons av laksi í seinna helmingi av hesum árinum.
- Laksurin, sum nú verður tikin og pakkaður hjá okkum, kemur allur frá aling, sum felagið hevur á Funningsfirði.
Hann sigur, at eini 25 fólk eru til arbeiðis á virkinum, tá virksemið koyrir, sum tað skal.
Spurdur, hvussu tað hevur gingist at fáa fólk, nú steðgurin hevur verið so langur, sigur hann, at tað hevur ikki verið nakar trupulleiki.
- Flestu eru rættiliga støðug, men tað eru altíð nøkur fá, sum koma og fara, sum tíðin gongur, leggur hann aftrat.
Viking Seafood pakkar fleiri túsund laksar í ein dag, tá mest er at gera.

Góðir prísir
Virkisleiðarin vísir á, at prísirnir á laksi hava verið sera góðir í hesum árinum.
- Prísurin er fallin nakað í summar, men er framvegis rættiliga góður.
Hann heldur, at miðalprísurin fyri pakkaðan og óvirkaðan laks liggur millum einar 30 og slakar 40 krónur fyri kilo, og tað er framvegis rættiliga gott.
Herfyri segði laksasølumaður við Sosialin, at miðalprísurin fyri feskan og pakkaðan laks í desember var einar 24 krónur fyri kilo, meðan bestu miðalprísir í hesum árinum hava ligið heilt upp ímóti 40 krónum fyri kilo.

Salmex selir
Viking Seafood á Strondum og Faroe Farming í Suðuroy eru saman um sølufelagið Salmex, ið tekur sær av søluni av laksi hjá feløgunum.
Tað er Birgir Kass, sum er sølumaður fyri Salmex, men Brandur Jacobsen er honum eisini til hjálpar.
Høvuðseigari av Viking Seafood er Havsbrún í Fuglafirði.