Jóan Símun Edmundsson sat á bonkinum allan dystin, tá Viking í kvøld vann 1-0 á meistaraliðnum frá í fjør, Molde.
Føroyski landsliðsframherjin var aftur í hópinum hjá Viking hesa ferð, men eins og seinast, so kom hann ikki á vøllin. Tað vóru yvir 9.000 áskoðarar á Ullevaal leikvøllinum til dystin. Einsamalla málið í dystinum skoraði Martin Ørnskov sutt inn í seinna hálvleik. Viking liggur nú á einum fimta plássi.
Í Danmark var einki pláss til Pól Jóhannus Justinussen, tá AaB var á vitjan í Aarhus. Dysturin endaði við 1-1 javnleiki. Niklas Helenius, sum skoraði móti føroyska U-21 landsliðnum í oktobur í fjør, legði gestirnar á odda. Søren Larsen javnaði stutt fyri tíð.