Viking Band er aftur farið at láta

.

Nú verður aftur møguligt at hoyra frá Viking Band, sum hevur ligið í dvala í longri tíð.

Orkestrið fer um vikuskiftið at spæla í dansihølunum Hollywood í Havn.

Viking Band spældi nógv fyrr, og tað var ikki bara í Føroyum, at teir royndu seg. Eisini í Íslandi var orkestri nógv frammi, meðan teir vóru í vælmaktini.

Teir fimm, sum manna orkestri Viking Band, eru Ronnie Nielsen, Kolbein Simonsen, Arnbjørn Sivertsen, Njáll Sigurðjónsson og Georg eystan Á.