Vika sex: Seksualundirvísing í øllum 9. flokkum

Heilsufrøðingar hjá Gigna hava seksualundirvísing í øllum 9. flokkum hesa vikuna

Evnini eru kroppur, kenslur, trivnaður, familja, vinir, kynslív, seksualitetur, ”fyrstu ferð” kynsligur ágangur, persónlig mørk, samtykki, kynssjúkur og fyribyrging. Undirvísingin er fjølbroytt og viðkomandi. Heilsufrøðingarnir hava harafturat eina persónliga samrøðu við hvønn einstakan næming, har høvið verður at práta um sekualitet og onnur viðurskifti.