Vigdís Finnbogadóttir gestur hjá Verkætlan Salt á føroysku sendistovuni í Reykjavík

Tíðindaskriv
Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri
----

Hósdagin, 11. februar, var føroyska sendistovan í Reykjavík vertur fyri tignarligum gesti, tá ið Gunvør Balle, sendikvinna, beyð Vigdís Finnbogadóttur vælkomnari á gátt.
Longu í juni mánaði 2006 gav Vigdís Finnbogadóttir tilsøgn um at vera verji hjá Saltsiloverkætlanini á Drelnesi. Í hesum sambandi beyð Verkætlan Salt, við Ólavi Rasmussen, verkætlanarleiðara, á odda, Vigdís Finnbogadóttur á vinarvitjan á føroysku sendistovuna í Reykjavík. Í fylgi við Ólavi Rasmussen vóru Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn.
Vigdís Finnbogadóttir eigur stóran heiður av, at Siloprojektið er komið so langt, at fyrireikingar nú verða gjørdar at stovna silogrunnin, sum hevur yvirskipaðu ábyrgdina av at umbyggja siloina og reka hana, tá ið hon stendur liðug.
Løtan á sendistovuni var óformlig og heimlig, við frálíkum smyrjibreyði, sum Marentza Poulsen hevði gjørt til, øli frá Føroya Bjór, te og kaffi.
Ólavur Rasmussen gav í stuttari talu status í Verkætlan Salt. Vigdís Finnbogadóttir returneraði við vælvaldum orðum um hennara brennnandi áhuga fyri norðurlendskari mentan og norðurlendskum samstarvi og frøddist um, at hon hevði gjørt sítt til at Verkætlan Salt er komin undir land. Vigdís Finnbogadóttir helt fyri, at tað lá henni á láni at heimsøkja Føroyar og gera ein túr at skoða saltsiloina á Drelnesi.
Sum tøkk fyri stuðulin handaði Verkætlan Salt Vigdís Finnbogadóttur málning, sum Zacharias Heinesen hevur málað. Vigdís var bæði glað og rørd um gávuna, og segði, at hesin málningur fer at hanga á skrivstovu hennara. Á málningin er fest einføld silvurpláta, við innskriftini: Saltsiloin á Drelnesi.
Prátið gekk lystiliga yvir borðið á føroysku sendistovuni í Reykjavík. Tað snúði seg í høvuðsheitum um norðurlendska mentan, støðuna í Íslandi og europeiska heimspeki.
Ein ógloymandi løta fyri allar partar.