Vestmannakvinnur, sum í fjør vóru partur av FM-finaluni, hava ikki verið serliga sannførandi fyrstu dystirnar í ár.
Á útivølli móti Kyndli vóru tær gulu eisini væl og virðiliga undirtippaðar, men tað løgdu tær líka í.
Tað hevði verið róð uppundir, at Kyndil hevur havt stórt fokus á europisku uppgávunum, og at tað tí kundi gerast trupult at hava tendringina heilt í lagi til dystin í kvøld. Um tað var hetta, sum var orsøkin, skal ikki staðfestast, men undir øllum umstøðum vóru tað gestirnir, sum drótu longra stráðið.
Myndatema frá dystinum sæst HER
Fyri steðgin tóktist Kyndil annars hava takið. Eitt skift var leiðslan hjá heimaliðnum trý mál, men tað eydnaðist teimum gulu at minka munin undan steðginum.
Og upp á eitt lítið korter í seinna hálvleiki lupu gestirnir avstað. Tær vunnu seg upp á 19-15, og hóast Kyndil eftir hetta fór at svara aftur, so eydnaðist tað ikki. Eina løtu vunnu tær seg tó upp á javnt, men takið kostaði kreftir, og tá VÍF so aftur leyp tvey mál framum, fekk Kyndil ikki svarað aftur.
Sigurin ber við sær, at VÍF nú hevur fýra stig fyri sínar fyrstu fýra dystir. Kyndil verður verandi á sjey stigum fyri sínar fimm dystir.
Kyndil-VÍF 24-25 (11-10)










