Hondbóltssamband Føroya boðar í morgun frá, at landsliðsvenjararnir, Kári Nielsen og Birgir Hansen, hava innkallað 18 mans til venjingar fram til IHF Trophy finaluumfarið, sum verður í Bulgaria 21. – 25. oktober.
H71 og VÍF eiga flestar spælarar í hópinum, fimm hvør. STÍF eigur tríggjar, Neistin tveir og Kyndil, KÍF og ÍF Føroyar eiga hvør sín.
Fýra spælarar skulu lúkast úr bruttohópinum, áðrenn kappingin byrjar.
Skráin fyri kappingina sær soleiðis út:
22. okt. Kolumbia – Føroyar
23. okt. Føroyar – Usbekistan
24. okt. Føroyar – Kap Verde
25. okt. Føroyar – Tahiti