Í bólki 2 í Coca Cola-steypakappingini hjá monnum spældu VÍF og Team Klaksvík fyrr í dag.
Team Klaksvík hevur tapt stórt í nógvum av dystunum í FTZ-deildini í ár, men í fyrsta dysti teirra í ársins steypakapping taptu klaksvíkingarnir óvanliga nógv. VÍF vann dystin heili 45-19(!). Hálvleiksstøðan var 26-10.
Hini liðini í bólki 2 eru KÍF og Neistin, sum spældu dyst sínamillum í gjár. Tann dysturin endaði við javnleiki, 26-26.
Støðan í bólki 2 er hendan:
1. VÍF 2 stig
2/3. KÍF/Neistin 1 stig
4. Team Klaksvík 0 stig.
Øll liðini hava spælt ein dyst.