Eftir at tað sunnudagin stóð greitt, at VÍF er í FM-finaluni, so er málið hjá teimum nú, at teir skulu enda kappingarárið sum oddalið, so teir hava fyrimunin av heimavølli, um neyðugt er við trimum finaludystum.
Í kvøld gekk eftir ætlan, tá H71 vitjaði í Vestmanna. Fyrstu løtuna leikaði javnt á, men tá VÍF stutt fyri steðgin leyp eitt sindur avstað, sleptu teir ongan tíð aftur takinum.
Sigurin ber við sær, at VÍF nú er tvey stig framman fyri KÍF. Kollfirðingar hava tó ein dyst meira eftir at spæla, og tí kunnu teir framvegis koma ájavnt VÍF. Og gera teir tað, so er tað KÍF, sum er oddalið. Tað eru nevnliga innanhýsis uppgerðirnar, sum telja mest, um tað stendur á jøvnum í stigum, og her hevur KÍF tríggjar sigrar móti VÍF.
VÍF-H71 27-24 (13-11)