Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá VÍF seinastu nógvu vikurnar. Finaluplássið, sum annars tóktist heilt trygt, er komið í álvarsligan vanda, og uppgávan var trupul, tá teir í dag vitjaðu hjá StÍF, ið hevur hótt við at taka annaðplássiði í deildini.
Hetta skuldi tó verða dagurin, tá VÍF raknaði við. Vestmenningar løgdu fyri við buldur og brak, og størsta partin av dystinum hildu teir seg fýra og fimm mál frammanfyri.
StÍF hevur ofta verið marran hjá VÍF, og seinastu løtuna tóktist søgan skula endurtaka seg. Strandingar minkaðu munin niður í eitt mál, tá fimm minuttir vóru eftir, og so kókaði alt í høllini á Skála, men VÍF megnaði at halda høvdið kalt. Teir togaðu seg aftur avstað, og seinasta minuttin kundu teir enntá staðfesta sigurin við tveimum málum á rað, tá StÍF hevði hug at gera ov skjótt av í royndunum at vinna stig.
Við sigrinum hevur VÍF nú 20 stig fyri 16 dystir. H71 hevur 16 stig fyri 15 dystir, meðan StÍF hevur 16 stig fyri 16 dystir. Kyndil á fimta plássinum hevur 15 stig fyri 15 dystir.
StÍF-VÍF 26-30 (13-18)










