VÍF fjeppararnir skulu buha á Neistan

Venjarin hjá kvinnunum hjá VÍF er komin út við einari sjáldsamari og øðrvísi áheitan um stuðul

Oddabrak verður í hvonndeildini í annaðkvøld klokkan 18.30, tá VÍF og Neistin, sum hava ávikavist 14 og 15 stig fara at stríðast um at halda jól á einum FM-finaluplássi. Dysturin verður leiktur í ítróttarhøllini í Vestmanna.

 

VÍF kvinnurnar vilja veruliga hava stuðul og uppbakning til hendan heimadystin, og á Facebook síðuni hjá VÍF, er venjarin Geir Wardum komin við hesari áheitanini: - Hey góðu áskoðarar!Seinasti dystur í hesum árinum hjá kvinnunum verður í høllini í Vestmanna í annaðkvøld kl. 18:30. Vit hava brúk fyri tí 8´anda spælaranum at hjálpa okkum at vinna hendan dystin. Uttan tykkum verður ringt, so minnist til at koma í høllina stundisliga.Royni nú at gera nógvan larm og heppi á okkara gentur, og so ger tað ikki nakað, um tit royna at buuha eitt sindur á Neistan.

 

Hendan áheitanin er ikki fallin í góða jørð hjá neistafólki, og nú er lagt upp til eitt næstan líka stórt brak uttanfyri vøllin, sum á vøllinum. Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar í annaðkvøld klokkan 18.30.