Hetta stendur klárt og týðiligt í frásøgnini "Vietnam - The death penalty - inhuman and ineffective", ið varð kunngjørd fyri stuttum.
Tølini eru grundað á almennar upplýsingar og Amnesty metir, at veruligu tølini eru nógv hægri.
Avrættingarnar vera framdar framman fyri einari avrættingarpatrulju, ið telur fimm fólk, tær vera ofta framdar alment. Líkið verður grivið beinanvegin og tey avvarðandi verða ikki kunnað áðrenn. Tey verða nakrar dagar seinni biðin um at koma eftir tingunum hjá tí avrættaða.
27 lógarbrot verða revsað við deyðarevsing í Vietnam, har ímillum rán og fíggjarsvik. Ein triðingur hava samband við rúsevnalógarbrot.
- Vit eru eisini sera bangin fyri, at rættarmálini ofta ikki liva upp til altjóða normar fyri, hvussu eitt rættarmál skal avgreiðast. Hetta kann føra til, at ósek vera dømd, sigur Amnesty í frásøgnini.
Amnesty metir, at deyðarevsing skúgvar til viks tann mest grundleggjandi rættin, rættin til lív. Tað finnast heldur ikki nøkur prógv fyri, at deyðarevsing virkar ræðandi, heldur tvørtur ímóti hevur tað víst seg, at
vandin fyri vápnaðari mótstøðu í samband við handtøkur økist.
Amnesty mælir vietnamesisku myndugleikunum til at minka um talið av lógarbrotum, ið verða revsað við deyðarevsing og seinni at avtaka deyðarevsing. Í frágreiðingini eru eisini fleiri onnur tilmælir til myndugleikarnar.
Nigeria: Lagnan hjá Aminu útsett
Um kvøldið 27. august útsetti hægri rætturin í statinum Katsina,fyri triðju ferð sakina hjá Aminu Lawal. Hon varð útsett til 25. september.
- Hetta er sera óheppið. Hetta økir um ófriðin og óvissuna hjá Aminu og soni hennara, og ger at tey ikki kunnu liva eitt vanligt lív.
Amina Lawal og hennara sakførarar vóru tilstaðar í rættarsalinum. Tað er enn ikki kent, hví dómstólurin valdi at útseta sakina hjá Aminu.
Amina Lawal varð dømd at verða steina til deyðis fyri hjúnabandsbrot av shariadómstólinum í Katsina norðarlaga í Nigeria í mars 2002. Hon kærdi dómin til tann hægsta shariadómstólin í statinum og bíðar nú eftir, at dómstólurin skal avgera sakina.
Hundraðtals menniskju kring heimin hava arbeitt fyri lívinum hjá Aminu. Amnesty hevur fleiri ferðir funnist at, hvussu sharialóginar verða tulkaðar norðarlaga í Nigeria, millum annað fyri at gera mismun og loyva dómum sum steining, písking og amputatión. Tulkingin má vera broytt, so at ikki fleiri onnur koma í somu støðu sum Amina.