Patrik Vieira segði eftir dystin mikukvøldið, at tað fyrst og fremst ræður um at hyggja eftir, at tað eydnaðist Fraklandi at vinna dystin og harvið ogna sær tey týdningarmiklu trý stigini, hóast liðið ikki spældi upp til sítt besta.
Vánaligur dystur
- Høvuðsendamálið hjá okkum í dystinum í kvøld var at vinna, sum vit eisini gjørdu, og tað er tað týdningarmiklasta. Gamaní var spælið hjá okkum einki at reypa um í kvøld, men tað hevur minni týdning, segði franski liðskiparin. Patrik Vieira helt eisini, at føroyska liðið leggur upp til rættuliga fysiskt spæl. - Teimum dámar væl nógva kropskontakt og nógvar nærdystir, og eg eri vísur í, at tað ikki hevur verið nakar góður dystur fyri áskoðararnar, segði Patrik Vieira.
Spurdur um reyða kortið hjá sær, hevði franski liðskiparin ikki nógvar viðmerkingar. Hann helt, at fjølmiðlafólkini heldur átti at spurt skotska dómaran um útvísingina. - Reyða kortið merkir so, at eg ikki kann verða við í heimadystinum móti Írlandi, og tað eri eg ógvuliga harmur um, segði Patrik Vieira at enda.