Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráð vil við hesum skrivi heita á býráðsleiðsluna um at skipa fyri, at býráðið fær ein fund í lag við leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Tað tykist sum at ágangurin á sjúkrahúsið bara økist, og kunnu vit sum býráð ikki sita og hyggja at, ímeðan landsmyndugleikarnir niðurlaga sjúkrahúsið í Klaksvík.
Út frá tí sum fram er komið, og sum vit meta ógvuliga álvarsamt, ynskja vit at fundur verður fingin í lag beinanvegin.
Vinarliga
Fólkaflokkurin í Klaksvíkar Býráði
Gunvá við Keldu
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
Eyðstein Ó. Poulsen
Atli S. Justinussen
Herfrí J. Sørensen