Viðurkenna herfólk og avvarðandi teirra

Í dag er árligi Flaggdagurin fyri danir, føroyingar og grønlendingar, sum hava verið útsend sum herfólk fyri kongaríkið.

 

Endamálið við flaggdegnum er at heiðra fólk, sum hava veirð útsend. - Foto: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix

Hesum boðaði Arktisk Kommando frá í vikuni.

Í Havn eru tað Tórshavnar kommuna og Arktisk Kommando sum í felag skipa fyri móttøku í Móttøkuhúsinum hjá Tórshavnar kommunu á horninum í Tróndargøtu og Kongagøtu frá klokkan 16-18, har veteranar og avvarðandi teirra eru við.

Roknað verður við umleið 15 luttakandi veteranum og avvarðandi teirra.

Um flaggdagin sigur Arktisk Kommando, at dagurin verður hildin í øllum kongaríkinum við tiltøkum í Grønlandi, Danmark og í Føroyum.

Dagurin verður hildin fyri at heiðra persónar, sum hava verið útsendir í hernaðarligum ørindum fyri kongaríkið. Handan hvønn veteran er eisini ein familja, og endamálið við degnum er soleiðis eisini at viðurkenna tey avvarðandi hjá veteranunum.

Hetta er trettandi ferðin, dagurin verður hildin.

Ein veteranur er ein persónur, sum vegna avgerð í Fólkatinginum, stjórnini ella hjá einum ráðharra hevur verið útsendur í minsta lagi einari altjóða uppgávu.

Fyri at kunna kallast veteranur hevur tú verið á slíkari ferð í í minsta lagi 28 samanhangandi dagar undir økinum hjá Verjumálaráðnum.

Persónur er veteranur, sjálvt um hann enn er í Verjuni ella í tí sivila.

Frá 1992-2020 hava umleið 114.700 herfólk verið útsend.

Tilsamans frá 1948 til 2020 verður mett, at eini 60.000 herfólk hava verið útsend. Men skrásetingin byrjaði ikki fyrr enn í 1992.

Ikki øll herfólk heim heimaftur. Frá 1992-2020 doyðu 69 fólk. Talið av skaddum er 266.

 

 

 

Endamálið við flaggdegnum er at heiðra fólk, sum hava veirð útsend. - Foto: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix