– Tað eru ongar ætlanir um at strika nøkur skjøl í tinglýsingarportalinum hjá Umhvørvisstovuni, tinglysing.fo
Tað sigur Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðari á Tinglýsingini og Landsfólkayvirlitinum hjá Umhvørvisstovuni.
Fleiri fólk hava ógvast við, at so nógvir viðkvæmir persónsupplýsingar um fólk eru vorðnir lætt atkomuligir í sambandi við, at tinglýsingarportalurin hevur lagt út øll skjøl, sum er tinglýst á øllum matriklum í Føroyum.
Eitt var, at fleiri p-tøl vórðu almannakunngjørd, sum ikki er lógligt. Har sigur Dátueftirlitið, at hóast tað er staðfest, at p-tøl eru almannakunngjørd á tinglysing.fo, hevði Umhvørvisstovan sett hóskandi tøknilig tiltøk í verk til tess at tryggja, at p-tøl ikki sóust í tinglýstu skjølunum, sum nú eru almenn á tinglysing.fo.
##med2##
Men tað eru so nógv onnur persónlig viðurskifti, sum nú eru almenn hjá øllum at síggja. Tað snýr seg eitt nú um hjúnarskilnaðir, har upplýst verður at hesin og hendan eru sundurlisin og skild. At maðurin keypir konuna úr húsinum fyri eina ávísa upphædd. Eisini síggjast hjúnarskilnaraskjølini frá drotningini (gjøgnum Ríkisumboðið) í summum førum. Hvør hevur foreldramyndugleika yvir navnsnevndum børnum, at til dømis ein mamma hevur foreldrarættin, og hvussu nógvar tímar um vikuna, pápin kann síggja barnið.
Alt upplýsingar, sum flestu okkara halda vera sera persónligar og einki hava við ein handil við fastogn at gera.
– Men hetta hevur altíð verið alment. Tað hevur bara ikki verið líka lætt atkomuligt, vísir Malene Egeberg Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni á.
– Hetta er ein partur av Talgildu Føroyum, har endamálið júst er, at alt skal vera alment og gjøgnumskygt.
Hon sigur eisini, at tey á Tinglýsingini als ikki kunnu taka nøkur skjøl burturúr, sum eru tinglýst. Hon sigur eisini, at tað ber heldur ikki til hjá Løgtinginum til dømis at samtykkja tað, tí so verður lóggivið við afturvirkandi kraft.
Men hon sigur tó, at framyvir verða slíkir viðkvæmir persónsupplýsingar valla sendir inn at tinglýsa.
– Vit merkja longu nú frá bankum og sakførarum, at tey nú spyrja, um hetta ella hatta er neyðugt at senda við inn at tinglýsa, sigur hon.
Fyrr hava fólk – ella helst advokatar, bankar ella onnur fyri tey – sent alt ov nógv skjøl inn við. Uppgávan hjá Tinglýsingini hevur bara verið at staðfesta, um tað, sum sent er inn, er nóg mikið til at tinglýsa. Ikki um tað hevur verið ov nógv tilfar til at tinglýsa.
Hesi viðkvomu upplýsingar fara framvegis at fylgja matrikkulnummarinum, sum teir eru tinglýstir á. Eisini hóast ognin verður seld til onkra heilt annan.












