Viðkomandi leiðsluútbúgvingar til føroyska samfelagið

– Felagsnevnarin fyri okkara útbúgvingar er leiðsla og tøkni - tað maritima er reyði tráðurin, sigur Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum. Hann vísir eisini á, at starvsmøguleikarnir eftir lokna útbúgving eru sera góðir.

Vilt tú arbeiða við leiðslu í maritimu vinnuni, og hevur tú áhuga fyri tøkni og grøna orkuskiftinum? So er Vinnuháskúlin í Havn kanska nakað fyri teg.

 

Her kanst tú lesa til maskin­ meistara, maskinist, skipsførara og skipara, ið geva tær hópin av arbeiðsmøguleikum á sjógvi og landi.

 

Felags fyri báðar útbúgvinga­ leiðirnar er leiðsluparturin, tí sum maskinmeistari ella navigatørur hevur tú bæði leiðslu­ og tekniska ábyrgd.

 

– Í og við at samfelagið verð­ ur alsamt meira útbygt, verður tørvurin á tekniskum útbúgving­ um størri. Og tí verður eisini brúk fyri fólki við skili fyri tekniskari leiðslu. Á landi kann tað eitt nú vera innan alivinnuna, á reiðaríum ella skipasmiðjum, greiðir Símun Poulsen frá og vísir á, at reyði tráð­ urin við útbúgvingunum nettupp er tað maritima.

 

– Føroyar ligg ja sera væl fyri til alla ta maritimu vinnuna. Vit eru jú mitt úti í Norðuratlantshavinum, her nógv sjóvegis ferðsla er, og tí er og verður nokk at gera í hesari vinnuni, sigur hann.

 

Útbúgvingarnar eru í hesum sambandi eisini sera viðkomandi fyri grøna orkuskiftið.

 

– Í framtíðini verður meira og meira av burðardyggum flutningi sjóvegis, sum skal minka um CO2­-útlátið. So tí er eisini fokus á tað grøna í báðum útbúgvingunum, sigur Símun Poulsen, sum væntar, at útbúgvingarnar tí eisini eru ein góður møguleiki til teirra við áhuga fyri grøna orkuskiftinum.

 

##med2##

Møguleikarnir eru nógvir og fjølbroyttir – ja, man kann næstan siga, at har er garanti fyri arbeiði á hinari síðuni – bæði á sjógvi og landi. Man kann til dømis arb­ eiða í fiskivinnuni, flutnings­ vinnuni, alivinnuni, ferðavinnuni og byggivinnuni. Og tað er ikki bara brúk fyri hesum yrkjum í Føroyum, men eisini uttanlands, og tað leggja tey eisini merki til á Vinnuháskúlanum, at fleiri leita sær eftir arbeiðsmøguleikum úti í stóru verð.

 

Aspirantskipanin riggar

 

Ein serstakur útbúgvingarmøgu­ leiki á Vinnuháskúlanum er aspirantskipanin. Gjøgnum hesa skipan kanst tú útbúgva teg til skipara, skipsførara og maskin­ meistara uttan at hava siglingstíð áðrenn, tí siglingartíðin er partur av útbúgvingini.

 

– Aspirantskipanin er ein blanding av at ganga í skúla og vera í starvsvenjing. Tað er nakað, vit samskipa saman við teimum reiðaríum og fyritøkum, vit hava avtalur við, sigur Símun Poulsen, sum letur væl at hesari skipan. Higartil hevur tað verið krav, at man skal hava miðnám fyri at søkja inn sum aspirantur. Men nú verður arbeitt við at broyta upptøkukravið, so tað ikki longur er neyðugt við miðnámsprógvi.

– Vit fara at hyggja meira at yrkisútbúgvingum og viðkomandi royndum, sigur stjórin og vísir á, at soleiðis ger man eisini í Danmark.

 

##med3##

 

##med5##

Gott og stimbrandi lestrarumhvørvi Vinnuháskúlin er í Havn, og tey lesandi koma úr øllum landinum. Sum skúlastjórin leggur merki til, er trivnaðurin heilt góður.

 

– Vit hava eitt gott lestrarum­ hvørvi og góða tekniska útgerð, sum tey lesandi kunnu royna seg við. Eitt nú simulatorar og starvs­ stovur av ymiskum slag. So man situr ikki og lesur allan dagin, men fær avprøvað tingini, sigur hann.

 

##med4##

##med6##

 

– Fólk trívast væl her, og tey eru spent upp á at fara út í vinnuna at arbeiða. Tey flestu fara beint til arbeiðis, men summi velja eisini at lesa víðari, til dømis innan verk­ frøði, búskap og leiðslu á Setrin­ um, DTU og CBS. Tað veldst um, hvat man vil, sigur Símun Poulsen.

 

Les meira í Sosialinum, sum fæst í leysasølu kring landið – og haldarar kunnu lesa blaðið á www.sos.fo

 

Lestrarblaðið kann lesast her: https://www.calameo.com/read/007198570ad00f862ba3f

 

Símun Poulsen, stjóri á Vinnuháskúlanum

Vinnuháskúlin er í Havn