Víðkað frítíðarskúlan í Havn

Frítíðarskúlarnir í Havn skulu nú hava opið teir gerandisdagar, tá skúlarnir eru stongdir

Á býráðsfundi í gjár viðgjørdi býráðslimirnir í Havn spurningin, um frítíðarskúlarnir skulu hava opið fleiri dagar um árið, enn støðan hevur verið higartil.

 

Fleiri áheitanir hava verið á býráðið um at bera so í bandi, at frítarskúlatilboðið eisini er galdandi teir gerandisdagar, tá skúlarnir eru stongdir, meðan foreldrini framvegis skulu til arbeiðis. Eitt nú er hetta galdandi fyri heystfrítíðina og páskirnar.

 

Nú verður so roynt við skipan, har frítíðarskúlin hevur opið teir dagar, har tað annars hevur verið stongt á páskum, í heystfrítíðini og í døgunum frá 2. til 20. juli.

 

Hartil verður talan um tríggjar eyka dagar, har frítíðarskúlin kann hava opið. Hesir dagar verða ásettir í samstarvi við skúlan, sum einstaki frítíðarskúlin er knýttur at.