Summarsøgur ganga eisini um, at verjuspælarin Nemanja Vidic, sum er blivin ein av profilunum í Manchester United, skal seljast, og bæði Inter, Real Madrid og Barcelona eru nevnd í sambandi við spælaran. Men Vidic sjálvur ætlar sær ikki at skifta felag. - Eg trívist væl í United, og enskur fótbóltur passar væl til mín, so eg haldi fram í felagnum næsta kappingarár, sigur Vidic við News Of The World.
Tíðindi