Vidic leingir til 2010

Serbiski verjuspælarin Nemanja Vidic kom til Manchester United frá Spartak Moskva í januar 2006. Fyrstu vikurnar gekk eitt sindur illa í hond, men eftir at hann hevði spælt seg upp, hevur bara gingið ein veg. Tað er serliga samstarvið við hin verjuklettin, Rio Ferdinand, sum hevur verið til stórt gagn fyri United. Nú hava partarnir so longt samstarvið fram til summarið 2010.